Tíðindi/Greinar

04.06.2024

Tað hevur ringt, og tað er ringt

Nú tað stundar til, at eg aftur sigi einum flokki farvæl, og tað fær meg at hugsa um mína tíð sum fólkaskúlanæmingur. Hvørji eru minnini? Hvør hevur sett síni spor? Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Steinbjørn B. Jacobsen gav í 1984 yrkingarsavnið Læraramyndir út. Ein av yrkingum hansara í savninum er hendan

Tað hevur ringt,
og tað er ringt

Ein stutt yrking, men ein ómetaliga sigandi, góð og tíðarleys yrking.

Tað hevur ringt fyri seinastu ferð hjá næmingunum, sum nú eru uppi til próvtøkur.
Tað er ringt fyri okkum lærarar, tí nú skulu vit aftur siga farvæl við næmingar, sum vit hava brúkt nógva tíð saman við seinastu árini.

Vikurnar upp undir seinasta skúladag og fram til prógvhandanina hava verið merktar av sorgblídni. Vit siga farvæl og takk fyri ungu fólkini, sum nú í 9., 10. Og onkur enntá í 11 ár hava havt sína dagligu gongd á skúlum okkara.

Tá vit líta aftur á, hvat hesi ungu fólkini hava upplivað og lært hesi árini, er listin langur. Hvør av teimum hevur eina fatan av, hvat tað besta var, sum tey upplivdu á fyrsta skúlaævintýri teirra. Somuleiðis hava vit okkara løtu, sum vit minnast serliga aftur á.
Vit hava verið um tey í viðgongd og í mótgongd. Ígjøgnum øll hesi árini hava vit brúkt nógvar tímar arbeiða fram ímóti endamálinum, at tey skulu gerast góðir samfelagsborgarar. Samfelagsborgarar, sum hava fakligar førleikar, ið koma okkum øllum at gagni, og eisini samfelagsborgarar, sum eru rúmligir og fevnandi.

Tað eru nógvir tímar farnir við at tosa um, hvussu vit eru mótvegis hvørjum øðrum, at vit rætta eina hjálpandi hond, tá á stendur og at vit skulu øll rúma hvørjum øðrum – líkamikið, hvør mann er og hvussu mann er. Somuleiðis eru nógvir tímar farnir til at læra tey at rokna, lesa, skriva og so alt hitt, sum hoyrir til, so tey víðari í lívinum kunnu finna sær hillina, sum passar best til teirra.  

Nú tað stundar til, at eg aftur sigi einum flokki farvæl, og tað fær meg at hugsa um mína tíð sum fólkaskúlanæmingur. Hvørji eru minnini? Hvør hevur sett síni spor?

Tað fyrsta, sum rennur mær til hugs er kenslan, eg hevði, tá tað ringdi fyri seinastu ferð. Tað var ringt. Eitt ævintýr var av. Nú stóð heimurin víðopin fyri mær. Men sporini frá teimum, sum eg hevði verið á ævintýraferð saman við, hava myndað meg á øllum ferðum, eg havi verið víðari í lívinum.

Allir lærararnir hava sett spor, og allir floksfelagarnir somuleiðis.

Hesi fyrstu sporini, ið vórðu sett hava veruligan týdning. Tey eru við til at skapa og evna øll tey komandi ættarliðini, ið skulu taka sær av skúla, landi – ja, øllum heiminum.

Ein stór ábyrgd, sum vit hava. Tað prógvar veruliga týdningin, sum vit lærarar hava og týdningin á arbeiðsumstøðum okkara.

Grundleggjandi er tað tíðin, sum vit hava tørv á. Vit hava tørv á góðari fyrireikingartíð, so vit fáa lagt undirvísingina til rættis. Vit hava tørv á góðari ráðleggingartíð, so vit fáa lagt árið hjá næmingunum til rættis og fáa tíð at lofta tí, sum vit møta ígjøgnum skúlaárið.

Vit hava somuleiðis tørv á meira tíð til hvønn einstakan næming. Tí er gleðiligt, at næmingatalið í flokkunum er minkað. Nú fáa vit betri tíð til hvønn einstakan næming.

Vit skulu tryggja okkum, at allir næmingar fara at minnast aftur á fólkaskúlan sum nakað serligt. Serligt, tí har fingu tey lærdóm, har fingu tey umsorgan, og har høvdu tey tað gott.

Tað hevur ringt, og tað er ringt, men tað er ikki ringt, tí tað hevur ringt, tað er ringt, tí tað hevur verið gott.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni