Tíðindi/Greinar
07.08.2017
Stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, hevur í samstarvi við Talvsamband Føroya fingið í lag og evnað talvfrálærutilfar til lærarar og næmingar. Ætlanin er, at 1.-3. flokkar skulu nýta ein tíma í rokning til talv.
Helgi fór fyrst í holtur við skúlarnar í Tórshavnar Kommunu, og allir teir stóru skúlarnir og nakrir smærri tóku av tilboðnum. Átakið hevur virkað í innskúlingini í síðan januar í ár við góðum afturmeldingum.
Undirvísingartilfarið verður bók
Ætlanin er, at tilfarið, sum Helgi hevur gjørt til lærarar og næmingar, verður givið út sum lærubók. Vónandi um ársskiftið. Eisini ætlar Helgi sær út um Havnina at fáa fleiri skúlar við í átakið.
Í heyst verður skeið fyri lærarum í talvfrálæru í Eysturoynni. Og Helgi er sinnaður at koma út á skúlar at leggja lag á. Til ber hjá skúlum og lærarum at seta seg í samband við hann.
Helgi hevur vitjað skúlar
Stórmeistari okkara, sum er væl egnaður til bæði at gera tilfar, leggja lag á hjá lærarum og at práta við børnini, var í mai og juni og vitjaði skúlarnar, sum undirvísa í talvi. Hann hevur tosað við lærararnar, børnini og telvað ímóti fleiri børnum í senn. Stuttligt var at síggja, hvussu spent og hugsavnað børnini vóru og eisini, hvussu væl tey kláraðu seg.
Stimbrandi ítriv og lærugrein
Tað er eingin ivi um, at talv stimbrar bindindi og hugsavnina hjá børnum. Eisini mennir talv kreativar førleikar so sum at finna upp á, verja seg, hugsa fleiri leikir í senn og hugflogið.
Børn eru von við at alt gongur skjótt fyri seg og allatíðina í skundi at fara víðari til næstu uppgávu ella næstu hending.
Helst skal tað vera undirhaldandi eisini. Men vit síggja, hvussu børnini veruliga hugsavna seg, fara í dýpdina og kappast á ein sømuligan hátt, har tey eisini læra at verða góðir vinnarar við virðing fyri mótpartinum.
Týðiligt er eisini, at næmingar, sum av ymiskum orsøkum hava trupult við at hugsavna seg, veruliga geara niður og fáa nógv burtur úr. Hetta er gevandi bæði fyri hesar næmingar, flokkin og sanniliga eisini lærararnar.
Í heyst er ætlanin at hava eina stóra talvkapping fyri 3.-4. flokk í skúlunum, sum hava tikið ímóti tilboðnum frá Helga og Talvsambandi Føroyum. Spennandi verður at fylgja gongdini.