Tíðindi/Greinar

29.03.2017

Takk

Mær hevur dámt nevndarstarvið í Føroya Lærarafelag væl. At eg seinastu tíðina slapp at verða næstformaður var sera spennandi. Nú eru nýggj fólk komin framat, og eg ynski nevndini alt tað besta. Jákup av Skarði, fyrrverandi næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

Sera hugaligt, at so mong møta á aðalfundi í Føroya Lærarafelag. Orðaskiftið kundi tó byrjað betur, men tað liggur hjá okkum øllum at bera orð og spurningar fram.

Samskiftið er eitt gylt orð í okkara lærarayrki. Lat okkum eisini styrkja orðaskiftið millum limir og nevnd. Vónandi leggur nevndin leiðina út á skúlarnar og tekur mál upp í økjum – og vónandi nýta limir høvið at bera lærararyrkið fram í miðlunum. Vit eiga øll at seta orð á okkara starv og okkara leiklut í samfelagnum.

Vit eiga eisini at kjakast um virksemisætlanina. Av summum er hetta útskeldað, men sum er, er hetta amboðið at tryggja okkum arbeiðsbyrðuna. Tó at tað sýnist sum at virksemisætlanin rúmar ov nógvum ymiskum tiltøkum, so er 1800 tímar fult starv!

Men lutir í arbeiðsdegnum skulu lýsast betur. Nakað nalvaskoðandi, so fari eg fyrst eftir leiðslutíðini, kt-vørðinum og skúlabókavørðinum. Felags fyri hesi trý er, at eg havi ofta borið tey fram á skúlaleiðarafundi og í øðrum práti.

Mítt fyrstalærararstarv telir bert 267 tímar í virksemisætlanini. Í hesum liggur øll ábyrgd, ið aðrir leiðarar, varaleiðarar og skrivarar hava. Í hesum sama starvi havi eg áður fingið tillutað 400 tímar, og tó at tað ikki varð nøktandi, so er munurin stórur. Vónandi kann fylgjast upp á tað arbeiðstíðaruppskot, ið lagt er fyri Mentamálaráðið.

Ymiskt er borið fram um kt-vørðir. Nú verður lagt upp til, at vit “bert” skulu starvast við námsfrøðiliga partinum. Her eigur at verða sett týðiliga upp, at tað nyttar lítið at taka kt-amboð inn í skúlan, um eingin er á staðnum til eisini at arbeiða við tøkniliga partinum. Kanska kunnu veitarar røkja ein part av “langtíðar-arbeiðinum”, men lærarar og næmingar hava eisini tørv á hjálp “her og nú”. Eisini í hesum hevur Mentamálaráðið fingið uppskot til arbeiðslýsing.

Tað er ein sannroynd, at nógvir næmingar trívast væl á bókasavninum – og tað sæst eisini í tí, at bøkur skulu aftur á pláss. Tí er alneyðugt, at næmingatalið “20” verður strikað í útrokningini til bókasavnstímar. Tað ber ikki til, at eingin løta verður roknað at skipa bókasavnið á lítlum skúla.

Eg takki enn einaferð fyri hesi spennandi árini. Kanska sleppi eg framat aftur. Men fyrsta tíðin kann nú verða nýtt til at stuðla nevndini í Føroya Lærarafelag “av síðulinjuni”. Við ynskjum um blíðan byr.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni