Tíðindi/Greinar
26.07.2019
Tá ið talan er um sáttmálasamráðingar, hugsa vit allarflestu um lønina. Hinvegin tykist tað sum um, at alsamt fleiri lærarar hugsa um arbeiðsumstøður og at minka um teir 1800 tímarnar í ársverkinum fyri at betra um trivnaðin og helst eisini minka um undirvísingartímatalið.
Tað skal tó eingin ivi vera um, at vit vilja betra lønina munandi. Kanska heldur hugsa vit um, at orsøkin til, at fleiri og fleiri hugsa um arbeiðsumstøður fram um løn er, at lærarar kenna seg trýstar og strongdar av lærarayrkinum av øðrum orsøkum.
Í hesum sambandi høvdu vit ynskt, at allir flokslærarar uttan mun til, hvussu nógvum næmingum ein er flokslærari hjá, fær 1000 kr. oman á lønina umframt tímar í virksemisætlanini. Hendan viðurkenning viðførir eitt skump og vónandi eisini meira orku at gera sítt ítasta fyri flokkinum og trivnað.
Lønarflokkingin í tølum
Eftir 01. oktobur 2018 varð byrjanargrundlønin nærum 27.000 kr., og endalønin táttar nú í 35.000 kr, eftir at ein hevur arbeitt í 12 ár sum lærari. Hvør lærari er tvey ár á hvørjum lønarstiga.
Lønin fram til oktobur 2019:
Ár Grundløn
1-2 ár : 26.802,09 kr.
3-4 : 27.955,84 kr.
5-6 : 29.205,21 kr.
7-8 : 30.558,63 kr.
9-10 : 32.023,70 kr.
11-12 : 33.611,19 kr.
13 à : 34.749,26 kr.
Fyrstilærarar, varastjórar og stjórar hava eina serstaka lønarskipan, har tað m.a. er býtt upp eftir, hvussu nógvir næmingar eru í skúlanum.
Umflokkingar
Nevndin fór til samráðingar í 2017 við tí í hyggju at styrkja okkara løn og arbeiðsumstøður sum heild. Vit ynsktu løn í prosentum, tí ein sannroynd er, at flestu lærarar og limir okkara eru á endaløn, og har viga prosent meir enn eitt fast krónutal. Nýbyrjaðir lærarar fingu hinvegin 40 tímar í virksemisætlanina til samstarv við akkerslærara.
Vit meta framvegis ikki, at eitt nú fyrstilærarar á lítlum skúlum fáa nøktandi løn í mun til arbeiðsumstøður og ábyrgd, og tískil ynsktu vit eisini at styrkja tað økið. Prosent í lønarhækking bøtti nakað, men vit eiga at styrkja arbeiðstíðina og lønina hjá leiðslum.
Vit stremba tí eftir einari umflokking hjá serliga fyrstilærarum soleiðis, at munurin veksur millum lærarar á endaløn og fyrstilærarar.
Nú løgtingsval er fyri framman, er als ikki vist, at vit sleppa fram at at samráðast í heyst. Helst fara vit yvir um ársskiftið, áðrenn semja verður um nýggjan sáttmála.