Tíðindi/Greinar
26.04.2022
Nevndin í Føroya Lærarafelag hevur í longri tíð arbeitt við eini vegleiðandi mannagongd til sálarliga arbeiðsumhvørvið; hetta hevur eisini verið til viðgerðar á álitisfólkafundi, har álitisfólkini fingu høvi at siga sína hugsan um mannagongdina og gera viðmerkingar. Hetta arbeiðið hevur nú í eina tíð ligið stilt, tó ikki soleiðis at skilja, at tað ikki hevur verið tikið upp á tungu, men heldur, at ongar broytingar eru gjørdar í mannagongdini í eina tíð.
Ein partur av hesum arbeiði er, at lærarar geva sær far um sítt arbeiðspláss, sítt arbeiðsumhvørvi. Hvat er týdningarmikið fyri skúlan, soleiðis at hann verður eitt gott og trygt arbeiðspláss.
Eg havi júst verið til ein fyrilestur um strongd, har tað var týðiligt at síggja, at okkara ungu um 25-35 ár hava nógv at hugsa um og eru merkt av strongd av uttanum kørmum. Tað síggja vit ikki í skúlanum; hesin aldurbólkur er ikki tann, ið heldur, at læraralívið er strævið og tyngjandi. Tey, ið eru merkt av strongd í skúlanum, eru eitt sindur eldri enn tað. Tað eru heldur ikki uttanum karmar, ið spæla inn, men heldur, at gerandisdagurin er avbjóðandi og tyngjandi.
Arbeiðseftirlitið hevur nakað av tilfari, sum er gott, men tað er ikki skrivað serliga til okkara starvsøki. Tað er vert at lesa, hvussu tað sær út hjá øðrum, tí tá hevur man eitt samanberingargrundarlag. Vegleiðingin hjá Føroya Lærarafelag er gjørd til okkara starvsøki, og tí er neyðugt at kenna hana.
Tá arbeitt verður við einum so týdningarmiklum øki sum sálarliga arbeiðsumhvørvinum, er alneyðugt, at øll sjónarmið koma fram í ljósið. Vit mugu geva okkum stundir til at hoyra, hvat allir partar hava at siga. Tað er bert við at taka tøk saman, at vit kunnu gera eina veruliga roynd at koma trupulleikanum til lívs.
Mín vón er, at vit alla tíðina hugsa um sálarliga arbeiðsumhvørvið, og at vit læra okkum at siga frá. Tað er ikki vist, at tey rundan um okkum vita, hvussu vit hava tað. Ein serlig ábyrgd liggur á leiðslunum; tær mugu gera sær ómak við starvsfólkarøkt og m.a. geva sær stundir at hava starvsfólkasamrøður og lurta eftir, hvat er týdningarmikið fyri starvsfólkini.
Mín vón, nú eg takki fyri meg í felagnum, er, at vit gera okkum ómak við hesum, tí annars kemur tað okkum aftur um brekku, tá hugsað verður um mannalagnur.
Eg ynski nýggju nevndini allarbestu eydnu í sínum arbeiði.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan