Tíðindi/Greinar
06.07.2022
Seinastu árini eru tølini fyri ung og børn við sálarligum órógvi vaksin munandi. Tað eru ymiskar orsøkir til, at støðan er, sum hon er hjá hesum ungu og børnunum. Tað er alt frá ymiskum fortreytum heima, til og somuleiðis tað trýstið, sum samfelagið leggur á ung í dag – at tey skulu náa so nógv mál.
Bíðilistin at sleppa til útgreiningar er metlangur. Sinnisbati kom fyri stuttum út við eini áheitan á politiska myndugleikan um at veita ta hjálp, sum tørvur er á, fyri at fáa fleiri børn útgreinað. Umframt at bíðilistarnir eru langir, so er tað heldur ikki lætt at sleppa framat hjá einum sálarfrøðingi. Felags fyri øll hesi børnini er, at tey hava krav upp á at læra.
Vit lærarar kenna allarhelst øll onkran næming, sum stríðist sálarliga. Skúlaaftran, innlæringaravbjóðingar, atferðaravbjóðingar og annað er alsamt oftari at síggja úti í skúlunum.
Fyri skúlagongdina hevur tað sera stóra ávirkan, hvussu sálarliga heilsan hjá næmingunum er. Vit eru øll greið yvir, at góð sálarlig heilsa og trivnaður eru lykilin til góða skúlagongd og læring. Sálarliga heilsan ávirkar umframt skúlagongdina og læringina tað sosiala umhvørvið. Umhvørvið, har næmingurin ferðast aftan á skúlatíð saman við floksfeløgum og øðrum vinfólkum.
Sálarligu avbjóðingarnar hvørva sjáldan av sær sjálvum. Tí er tað sera týdningarmikið, at næmingurin fær tilboð um skjóta og góða hjálp, so man fær næmingin á rætt kjøl aftur skjótast til ber.
Vit lærarar hava nógvar ymiskar førleikar, men vit hava ikki førleikar til alt og røkka heldur ikki til at skula hjálpa hesum næmingunum, tá tað sita upp til 25 aðrir næmingar og bíða eftir at fáa undirvísing. Tískil meti eg, at politiski myndugleikin eigur at seta sálarfrøðingar inn í allar fólkaskúlarnar í landinum. Júst sum skúlin á Skúlatrøð hevur tikið stig til. Har er ein sálarfrøðingur settur inn, sum er við til at veita ráðgeving og hjálp á staðnum. Tað ber ikki til hjá sálarfrøðinginum at útgreina næmingarnar, men hann kann veita linna, ímeðan barnið eitt nú stendur á bíðilista.
Sálarfrøðingurin fer at hava fingurin á pulsinum, hann fer at læra næmingarnar at kenna og veit tí, hvussu hann fær veitt ta hjálp, sum tørvur er á.
Sálarfrøðingurin fer at hava tætt samstarv við leiðslu skúlans, lærarar hjá avvarðandi næmingi og heilsufrøðingin, sum er í skúlanum.
Tilboðið kundi verið skipað soleiðis, at sálarfrøðingurin fer at vera starvssettur í einum ávísum øki. Er økið ov stórt, so kundi tað verið býtt sundur, so hvør sálarfrøðingur fær eitt ávíst næmingatal.
Tað eru ikki øll børn, ið hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp, men tey, ið hava tørv á tí, eiga at fáa hjálpina, teimum tørvar skjótast gjørligt.
Vit sum fakfelag eiga at eggja og leggja trýst á politiska myndugleikan at seta omanfyrinevnda tilboðið í verk. Tí, tá ein fakpersónur tekur sær av avbjóðingini, fær barnið hjálpina, sum tað hevur tørv á. Tá fáa vit eisini gjørt okkara arbeiði.
Jú skjótari hjálpin er at heinta, jú skjótari gerst barnið ”frískt”, og læringin kann halda fram.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan