Tíðindi/Greinar

05.12.2024

Svimjingin í tungum sjógvi

Myndugleikarnir hava sett nýggj og strangari krøv til svimjilærarar. Teir skulu nú eisini hava lívbjargaraprógv, ið skal endurnýggjast á hvørjum ári. Hetta fer sjálvsagt at kosta skúlunum fitt av peningi. Men tað, sum verri er, er, at talið av svimjilærarum helst fer at minka enn meira. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Var nú eitt kvøldið eitt rend í svimjihøllini í Havn, nú nýggur langhylur er tikin í nýtslu og eisini vælveruøki. Einastandandi umstøður og framstig fyri bæði úrvalsvimjingina og føroyingar sum heild. Tað er sjálvsagt at fegnast um, og vónandi kemur høllin veruliga til sín rætt.

Nú skuldi ein trúð, at alt var lív og gaman við svimjingini, í øllum førum í høvuðsstaðnum.  Bæði fyri úrvalsvimjing og ikki minst áhugasvimjing. Men hetta er tíverri ikki beinleiðis tað, ið vit síggja innan skúlans gátt. Heldur tvørturímóti, tíverri.

Hjá nógvum lærarum er fakið ítróttur ein minni lærugrein, samanborið við fleiri av hinum fakunum, og tað er eisini einasta kravda lærugreinin, ið ikki er próvtøkufak.

Í hádeild undirvísir tú ofta í fleiri ymiskum lærugreinum, bæði í náttúruvísindum, málsligum lærugreinum og kunningarlærugreinum. Og so møguliga tveir tímar í onkrum kreativum faki og/ella ítrótti. Í ítrótti er sum kunnugt svimjing ein av fleiri ítróttagreinum, sum tú sum frægast fært frá hondini.

Av tí at næstan øll hini fakini í skúlanum eru so teoretisk og eisini enda við próvtøku, hevur ítróttarfakið ofta ta støðu at vera tað stuttliga, avvekslandi og sosiala fakið, ið næmingunum oftast dámar væl. Sjálvsagt skulu næmingarnir læra at svimja í tryggum umstøðum, men tann sosiali parturin hevur sanniliga eisini týdning. Ikki minst fyri skúlan sum heild.

Treytin fyri at vera svimjilærari er, at tú hevur svimjilæraraprógv, sum eisini umfatar, at tú dugir at bjarga einum barni, um tað skuldi verið neyðugt. Eisini skulu allir fólkaskúlalærarar hava fyrstahjálparskeið, sum regluliga skal endurnýggjast.

Onkursvegna minkar talið av svimjilærarum í fleiri skúlum, og um nýggir lærarar spyrja um at fáa svimjilæraraprógv, so ber ikki til, sum nú er.

Eg gangi út frá, at myndugleikarnir framhaldandi ynskja, at skúlin skal undirvísa í svimjing, og ikki bara lata tað upp til foreldrini.

Fyri at tað skal eydnast, og vit umgangast, at svimjilærarar troyttast og møguliga blaka frá sær, er alneyðugt, at umstøðurnar hjá teimum eru so góðar og tryggar sum gjørligt, so hesir hava hug og áræði at halda fram at undirvísa í svimjing.

Men nú hava myndugleikarnir (BUMR) sett nýggj og strangari krøv til svimjilærarar. Teir skulu nú eisini hava lívbjargaraprógv, ið skal endurnýggjast á hvørjum ári. Hetta fer sjálvsagt at kosta skúlunum fitt av peningi. Men tað, sum verri er, er, at talið av svimjilærarum helst fer at minka enn meira. Lærarar skulu, sum kunnugt, ikki bara dagføra seg á ítróttarøkinum, men eisini á so nógvum øðrum økjum. Og tað troyttar lærarar. Vit hava ivaleyst av øðrum avbjóðingum í skúlunum, ikki minst, hvat atburði, fakligheit og sálarkvøl viðvíkir.

Hendan broyting fer at merkja, at væl meira tíð og orka fer til lívbjarging, og minni tíð verður til svimjiundirvísing. Hetta kann í ringasta føri elva til, at skúlar fara at siga svimjiundirvísing frá sær.

Lívbjargingarskeiðið, sum øll nú skulu á, leggur m.a. upp til broyttar siðvenjur hjá svimjilærarum. Nú skal t.d. altíð ein lærari vera á kantinum. Í okkara skúla (Skúlanum á Fløtum) gera lærararnir sjálvir av, hvørt teir eru í hylinum ella á kantinum. Tað veldst um, hvar fokuspunktið í júst tí tímanum liggur.

Tað er púra burturvið, at ein skeiðshaldari skal gera av, hvussu vit skipa okkara undirvísing. Harafturat áleggur skeiðshaldarin okkum m. a. hesar uppgávur:

At lærarar skulu kanna, um alarmtelefonin riggar
At lærarar skulu meta um, hvørt nóg mikið av frískari luft er inni í høllini
At lærarar skulu syrgja fyri, at wc-pappír er á vesinum

Vit hava annars úr at gera við m.a. at:

Hjálpa børnunum við drakt/hettu/svimjibrillum/fitjum
Vit skulu síggja hvønn einstakan
Vit skulu undirvísa
Vit skulu geva hvørjum einstøkum hóskandi avbjóðingar, so tey mennast.

Í Svimjihøllini í Gundadali, har nógv skúlasvimjing er, ERU lívbjargarar, tí almenn svimjing er samstundis sum skúlasvimjing. Hesir lívbjargarar hava ábyrgd av t.d. barnagarðsbørnum. Hví ikki eisini av skúlabørnum?

Dagliga ganga tríggir lívbjargarar á kantinum til almenna svimjing. Tá svimja upp í 100 fólk í senn. Hví skulu so allir lærarar hava lívbjargaraprógv til 24 børn? Í Gundadali krevur royndin, at lívbjargarin skal fara niður á botn í djúpasta hylinum (4 metrar) heilar 3 ferðir – frá andøvandi støðu. Hetta fer at halda fólki frá at taka prógvið.

Svimjiførleikakanning frá 2018 hjá Svimjisambandi Føroya vísir annars, at 78% av børnum í 5. flokki í Suðurstreymi ikki megnaðu at svimja 200 metrar uttan steðg. Mett verður, at megnar tú 200 metrar, so dugir tú at svimja. So svimjiførleikin kundi avgjørt verið betri.

Uppskot um loysnir:

At avtaka kravið um árliga lívbjargararoynd
Fáa skikkað fólk inn at undirvísa í fyrstuhjálparapartinum av svimjilærararpróvnum Endurnýggjast triðja hvørt ár. Tað MÁ vera fólk, sum hevur skil fyri skúlasvimjing og arbeiði okkara.
Lata fólk taka fult svimjilæraraprógv. Tey, sum ikki tóku tað í Læraraskúlanum
Kommunurnar mugu átaka sær lívbjargarapartin.

Við vón um hepna hond í hylinum.

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni