Tíðindi/Greinar

23.06.2022

Støðumet, strongd og summarfrítíð

Próvtøkur og royndir skapa eitt øgiligt trýst á nógvar næmingar, tí tað eru nógv, ið ikki megna at vísa júst tað, ið tey í veruleikanum duga, tá tey skulu til próvtøkur og royndir. Vit, sum starvast í háldeildini, uppliva strongdar næmingar, næmingar, sum fara í «svart» og tískil ikki fáa tann karakterin, sum tey hava uppiborið. Eyðbjartur Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Skúlaárið er við at enda. Um ikki so langa tíð seta vit inniskógvarnar á hillina. Vit fara í eina væl uppiborna summarferiu.

Líta vit aftur á hetta skúlaárið, so má eg ásanna, at hetta árið hevur gingið rættiliga skjótt. Men hetta árið hevur samstundist verið strævið. Vit hava aftur í ár verið órógvað av koronu. Men tað gekk væl – alt tí, at úti á skúlunum eru starvsfólk, sum brenna fyri yrkinum. Hetta er orsøkin til, at alt spældi væl av.

Nú er korona ein farin tíð – fyribils í hvørtfall, og vit øll byrja spakuliga at pakka saman. Næmingarnir eru so at siga farnir í feriu, og seinasta tíðin hevur verið strævin, serliga fyri eldru næmingarnar, og lærararnar, ið varða av hesum næmingum.

Næmingar í hádeildini hava verið til skrivligar próvtøkur og ársroyndir. Tá hesar eru lidnar, hava næmingarnir verið til munnligar royndir og próvtøkur.

Vit kunnu øll skjótt ásanna, at næmingar eru sera ymiskir. Teirra fakliga støði spennir vítt, motivatiónin gjøgnum skúlaárið svingar, og hugurin til skúla er sera ymiskur.

Próvtøkur og royndir skapa eitt øgiligt trýst á nógvar næmingar, tí tað eru nógv, ið ikki megna at vísa júst tað, ið tey í veruleikanum duga, tá tey skulu til próvtøkur og royndir. Vit, sum starvast í háldeildini, uppliva strongdar næmingar, næmingar, sum fara í «svart» og tískil ikki fáa tann karakterin, sum tey hava uppiborið.

Umframt at møta hesum næmingunum, sum kenna seg strongdar og ikki megna at vísa á júst tað, teir eru førir fyri, so møta vit næmingum, sum als ikki hava gjørt nakað gjøgnum skúlaárið, og koma inn til próvtøkuna ella royndina, har teir «brilliera» og koma út aftur við einum góðum karakteri.

Skipanin er órættvís – serliga fyri næmingin, sum hevur strembað eftir at fáa eitt so gott fólkaskúlaprógv sum til ber ígjøgnum alt skúlaárið.

Fyri veiku næmingarnar at koma inn til eina roynd og ikki klára seg væl, merkir tað bara, at tey fáa eitt slag afturat, og motivatiónin verður ikki betri aftan á tað. Tvørturímóti!

Eg havi tosað við mínir næmingar um, at tað er ikki talið, sum sigur nakað um, hvørji tey eru sum menniskju. Talið er ein mynd av teirri lítlu løtuni, tá tey eru til eina roynd ella eina próvtøku.

Tey lata til at skilja tað. Tó bert til royndin er yvirstaðin, og tey møta onkrum floksfelaga, sum hevur klárað seg betur enn tey sjálv hava. Serliga svárt er tað, tá floksfelagin ikki hevur strebað, sum ein sjálvur kanska hevur gjørt.

Ein av høvuðsorsøkunum til, at næmingarnir kenna seg strongdar, fara í «svart» osv. er pressið, sum kemur uttanífrá. Pressið, at tey MUGU fáa góðan karakter, tí tey skulu víðari í skúla eftir fólkaskúlan.

Karakterurin sigur als einki um menniskjaligu eginleikarnar, sum næmingurin hevur. Men hetta fáa tey einki tal fyri. Einas tað, tey megna av fakligu avbjóðingum fólkaskúlans.

Mær hevði dámað betur, at vit døma næmingarnar sum menniskju heldur enn sum tøl.
Heldur enn at geva teimum eitt tal, skuldu næmingarnir fingið eitt skrivligt ummæli, ið sigur frá teirra eginleikum. Hvat tey megna væl, minni væl og hvat kann arbeiðast við framyvir.

Góðu lærarar – takk fyri kampin hetta skúlaárið! Eftir summarfrítíðina standa inniskógvarnir og bíða – vónandi líka úthvíldir, motiveraðir og spentir til enn eitt ár á markini, sum vit.
Góða summarfrítíð.

 

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni