Tíðindi/Greinar

17.03.2017

Støddfrøðivegleiðarar klárir næsta skúlaár

Gongur eftir ætlan fáa 30 føroyskir støddfrøðiveleiðarar prógv í juni mánaði í ár. Og hesir gleða seg at luttaka í menningini av støddfrøði í skúlanum. Jacob Eli Olsen, støddfrøðilærari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, skrivar

Grundin undir fólkaskúlanum eru lærarin. Um fólkaskúlin skal mennast, so loysir tað seg at gera umstøðurnar hjá læraranum betri og at menna førleikan at undirvísa. Ein tílík íløga sæst aftur í úrslitunum hjá næmingunum. Lærarar í føroyskum fingu fyri árum síðan nýtt gott tilfar til lærugeinina, og útbúnir lesivegleiðar komu í skúlarnar. Hetta sæst eisini aftur í úrslitunum í føroyskum.

Í 2014 bjóðaði Mentamálaráðið støddfrøðilærarum at útbúgva seg sum støddfrøðivegleiðarar. Nógvir støddfrøðilærarar vístu hesum áhuga, og á heysti í 2014 byrjaðu fleiri enn tríati lærarar at útbúgva seg til støddfrøðivegleiðarar. Gongur eftir ætlan fáa 30 føroyskir støddfrøðiveleiðarar prógv í juni mánaði í ár. Og hesir gleða seg at luttaka í menningini av støddfrøði í skúlanum.

Støddfrøðivegleiðaraútbúgvingin er skipað av UCC í Keypmannahavn. Útbúgvingini er í fleiri pørtum. Ein partur viðger ymiskar avbjóðingar, ið veikir eins og sterkir næmingar kunnu hava í støddfrøði, og hvussu lærarin kann møta hesum næmingunum. Ein annar partur viðger, hvørji KT-amboð eru til støddfrøði, og hvussu hesi kunnu nýtast av lærara og næmingum. Ein partur viðger, hvussu støddfrøðivegleiðarin kann skipa samstarvið við starvsfelagarnar. Og undirvíst hevur verið í, hvussu vegleiðarin kann skipa kanningar á skúlanum og verða við at eygleiða í undirvísingini. Í allari útbúgvingini hevur reyði tráðurin verið, hvussu støddfrøðivegleiðarin kann samstarva við starvsfelagar og leiðslu um undirvísing í støddfrøði.

Nám skipaði fyri lærugreinadøgum fyri uml. 60 lærarum í grund- og hádeild í vetur. Á døgunum var umrøtt, hvussu lærararnir mettu, at støddfrøðivegleiðarar kundu hjálpt teimum. Teir førdu fram, at støddfrøðivegleiðarin munaði mest við at vegleiða, eygleiða og hjálpa lærarum í dagligu undirvísingini. Hann skuldi vera virkin í undirvísingini, í staðin fyri “at taka” næmingar út úr undirvísingini og flokshølunum. So kundi hann eisini virka sum savnsvørður, koma við ítøkiligum amboðum og tilfari, og skipa fyri og samstarva við lærarar í skúlanum um tiltøk, t.d. eini rokniviku. Hetta eru áhugaverd sjónarmið. Og uppgávurnar lærararnir mæltu til, at vegleiðarin eigur at fáa, samsvara væl við innihaldið í útbúgvingini.

Tað er gott, at støddfrøðilærarar fáa eina útbúgving, ið mennir førleikan at skipa støddfrøðina á skúlanum, men hvørjar umstøður fáa støddfrøðivegleiðararnir at arbeiða undir næsta skúlaár? Eingin lýsing er av leiklutinum hjá støddfrøðivegleiðaranum í fólkaskúlanum. Hvørjar umstøður fáa hesi at arbeiða undir?

Skúlaleiðslurnar sita í hesum døgum og fyrireika komandi skúlaár. Tær kenna hvørki leiklutin hjá støddfrøðivegleiðaranum ella tíðina, ið er sett til uppgávuna. So tað er ómøguligt hjá teimum at rokna hetta við í komandi skúlaár. Tí hevur skund hjá Mentamálaráðnum at lýsa umstøðurnar hjá støddfrøðivegleiðaranum.

Eg ynski støddfrøðivegleiðarunum góðar umstøður at arbeiða undir. Og eg vil heita á Mentamálaráðið, um at skipa umstøðurnar hjá støddfrøðivegleiðarunum sum skjótast.
 
 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni