Tíðindi/Greinar

19.08.2020

Stórar flokkar ella lítlar flokkar?

At flokkarnir hava verið býttir í smærri bólkar, hevur havt sínar fyrimunir, tá ið hugsað verður um undirvísing. Tórhallur við Gil, skrivari Føroya Lærarafelags, skrivar

Korona ávirkaði skúlagongdina hetta skúlaárið nógv. Eingin ivi um tað. Frá degi til dags var alt broytt, og ilt var at siga, hvussu alt fór at verða. Á grækarismessu lótu skúlarnir aftur, og í fyrstu atløgu var tað í tvær vikur. Tíðarskeiðið bleiv so longt, og tað endaði við, at byrjað varð so spakuliga aftur, tá ið 1. fl.-3.fl. fóru í skúla aftur 20. apríl, og mánadagin 18. apríl komu so øll aftur í skúla.

Skúlagongdin var ikki sum áður, tí nógv tilmæli vóru, sum skúlin mátti skipast eftir. Frástøða bleiv eitt lyklaorð, og í fyrstani varð undirvíst í smærri bólkum. Áhugavert hevur eisini verið at eygleitt, hvussu alt hetta hevur ávirkað undirvísingina og skúlagongdina sum heild. Tí í hesi keðiligu støðu haldi eg, at tað hevur borið til at staðfest nøkur viðurskifti, sum mangan verða umrødd, tá ið tað snýr seg um undirvísing.

Til dømis tað, at flokkarnir hava verið býttir í smærri bólkar, hevur havt sínar fyrimunir, tá ið hugsað verður um undirvísing. Í staðin fyri at hava verið 26 næmingar inni í einari skúlastovu, hava tað kanska verið umleið helvtin. Tað sigur seg sjálvt, at tað er ein stór broyting bæði hjá næmingum og lærarum. Tá ið lærarin skal undirvísa 12 næmingum í staðin fyri tí dupulta av hesum, verður betri tíð til at røkka einstaka næminginum. Størri kjansur er eisini fyri, at næmingurin veruliga kennir seg sæddan og hoyrdan. Nógvar søgur hava verið á ymiskum miðlum, sum greiða frá slíkum upplivingum.

Tað er heldur ikki nakað, sum kemur óvart á. Hetta er nakað, sum ljós hevur verið varpað á í fleiri ár. Tað er meira ein staðfesting av tí, sum lærarar fáast við í sínum gerandisdegi. Tað er trupult hjá einum lærara at undirvísa t.d. 26 næmingum í einari lítlari skúlastovu. Hetta er ikki at grenja, men heldur hinvegin at vísa á, hvørjar fortreytirnar eru, og hvat úrslit kann væntast burtur úr teimum givnu umstøðunum.

Í síðsta enda snýr tað seg eisini um pengar og raðfestingar. Vilja vit hava smærri flokkar ella fleiri lærarar til hvønn flokk, kostar tað meir pengar, og tí blívur tað eisini til, hvat politiski viljin vil. Tað ber væl til at kroysta so nógvar næmingar sum gjørligt inn í eina floksstovu, men neyðugt er bara at gera sær greitt, hvat fæst burtur úr tí. Gamaní kostar tað minni pengar, men neyvan er tað tann besta loysnin.

Dygdargóð undirvísing kostar pengar, og ein týðandi partur av undirvísingini er, at lærarin hevur góðar stundir til hvønn einstakan næming, soleiðis at sambandið millum lærara og næming verður gott. Er sambandið millum lærara og næming gott, eru sannlíkindi góð fyri, at næmingurin eisini mennist væl fakliga.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni