Tíðindi/Greinar
01.05.2024
Aðalfundardagurin var ein góður dagur, og tað var hugaligt at síggja, at uppmøtingin var so góð, sum hon var. Tað ber boð um stóran áhuga, og at lærarar standa saman um Føroya Lærarafelag.
Aðalfundurin gekk annars væl og fylgdi sjálvandi skránni, sum er ásett í viðtøkunum. Av innkomnum málum var eitt uppskot til samtyktar frá nevndini um at dagføra tryggingarnar, og uppskotið var einmælt samtykt.
Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Djóni N. Joensen, helt røðu, har hann nam eitt sindur við, hvørjar tankar hann hevur um fólkaskúlan, og hvørjar ætlanir hann hevur á økinum. Ein annar gestarøðari var eisini, og tað var Gunnhild Dahl Niclasen. Hon tosaði um matoyðsl, og hvussu tað ber at ber til at sleppa undan matoyðsli. Gunnhild hevur saman við systur síni Sannu Andrassdóttir Dahl skrivað bókina Matur – okkara virðismikla tilfeingi, sum snýr seg um júst hetta evnið.
Ein annar fastur táttur á aðalfundinum er, at Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags verður handað, og hesa ferð var Eiðis skúli vinnarin. Í Eiðis skúla hava tey arbeitt nógv við at gagnnýta náttúruna í nærumhvørvinum, og hesum greiddu tey væl frá á aðalfundinum. Tey hava gjørt nógv ymiskt í hesum arbeiði, t.d. velt, flett, fiskað, roytt havhestaungar og skorið springarar upp. Tað var ógvuliga hugaligt at hoyra tey greiða frá hesum arbeiðnum, sum er ein púra natúrligur partur av skúladegnum á Eiði. Óivað mundu mong fáa góðan íblástur frá arbeiðnum hjá Eiðis skúla.
Nú er aðalfundurin so farin afturum á hesum sinni. Nýtt nevndarár er byrjað, og nógv er sjálvandi at tríva í. Tíðin flýgur avstað, og tað er jú ikki langt síðani, at vit skrivaðu undir semju, sum tryggjaði okkum eina søguliga góða lønarhækkan. 1. oktober seta vit hol á síðsta árið í semjuni, og nevndin er longu farin í gongd við at leggja ætlanir fyri næstu sáttmálasamráðingar.
Endamál Føroya Lærarafelags er m.a. at røkja starvsligu, lønarligu og uppalingarligu áhugamálini hjá fólkaskúlalærarum í Føroyum og at styrkja og stimbra samanhaldið. Hetta er stór og krevjandi uppgáva, men eg gleði meg at taka eitt tørn afturat í nevndini. Tað er gott at vera limur í Føroya Lærarafelag, og tað skal tað eisini vera frameftir.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan