Tíðindi/Greinar

25.07.2016

Strongd millum lærarar

Tað er ikki óvanligt at hoyra um strongd á arbeiðsplássum, og lærarayrkið er onki undantak í so máta. Men eg má siga, at eg ikki fyrr havi upplivað so nógvar ”frustratiónir” millum lærarar sum beint nú. Andrea á Rípuni, skrivari Føroya Lærarafelags, skrivar

Lærara vilja sum oftast ikki vera við, at teir eru strongdir, men siga heldur, at teir hava nógv at gera beint nú, tað gongur yvir. Men strongd er nakað, ið kemur sníkjandi, og áðrenn tú varnast, so er galið.

Nógvar orsøkir kunnu vera til strongd. Ósemjur kunnu vera millum leiðslu og lærara; lærarin kennir, at hann ikki verður hoyrdur, at hansara sjónarmið ikki vinnur frama o.s.fr.

Aðrar orsøkir kunnu vera næmingar, foreldur, starvsfelagar ella hølisviðurskifti. Tó oftast ein blandingur av fleiri av hesum. Tá lærarin endiliga byrjar at ásanna fyri sjálvum, at her er okkurt galið, gongur rúm tíð, áðrenn hann søkir sær hjálp.

Tað eru ymsir myndugleikar, ið kunnu/skulu taka sær av hesum, men tann formliga leiðin er ofta tung at ganga, og tíverri úrslitið ofta ivasamt. Tí verða lærarar ofta sjúkrameldaðir í styttri tíðarskeið, sum verður longt. Hetta ger bara støðuna enn verri, tí er tað nakað, ið er vanlukkuligt fyri strongd, so er tað, at hond ikki verður tikin um trupulleikan. At lærarin ikki fær møguleika at finna orsøkina til strongdina og tí heldur ikki fær gjørt nakað við tað. Endin er, at tá lærarin fer aftur til arbeiðis, so er galið aftur ógvuliga skjótt.

Hvussu ber tað til, at mann nú á døgum hevur skipanir, ið eru soleiðis skrúvaðar saman, at fólk mugu og skulu renna skjótari, taka sær av størri uppgávum, fella meir niður á pappír, fundast meir og mangt annað, alt í sama arbeiðstíðarbili sum fyri 15 árum síðani? Er tað nakað at siga til, at lærarin kennir, at hann ikki nær alt tað, ið honum er álagt? Vit skulu minnast til, at lærarar hava eina sera stóra ábyrgdarkenslu, og ofta fara út um tað, sum verður kravt av einum lærara, tí næmingurin hevur tørv á tí.

Hetta er ein ónd ringrás, ið okkurt má gerast við, um vit ynskja eitt sunt arbeiðslív og eitt gott skúlalív fyri okkara núverandi og komandi næmingar. Vit mugu hava leiðslur, ið duga og megna at lurta eftir sínum starvsfólkum. Meiningin er ikki, at leiðslan skal gera sum hvørt einstakt starvsfólk ynskir, men heldur geva sær stundir at lurta og greiða frá, tá tað er neyðugt, men eisini at handla, tá tað er neyðugt. Lærarin má hava kensluna av, at leiðslan stuðlar honum, tá á stendur, bæði persónliga og fakliga.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni