Tíðindi/Greinar

16.04.2024

So vóru landsroyndirnar aftur

Hóast bæði mær og næmingunum dámar betur granskingararbeiðið, so ynskja vit eisini at klára okkum væl til royndirnar, sum Undirvísingarstýrið leggur stóran dent á at fremja. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Hesa vikuna hava vit landsroyndir kring landið. Næmingar í 4. og 6. flokki fara til roynd. Aftur hesaferð eru royndirnar í føroyskum, støddfrøði og náttúru & tøkni. Sjálv undirvísi eg í støddfrøði og náttúru & tøkni og havi tí eisini roynt at fyrireika næmingarnar til royndirnar, sum koma.

Hví vit halda fast í landsroyndum í náttúru & tøkni er og verður ein gáta, ið eg, hóast mong ár og nógvar fyrispurningar á røttum staði havi ómetaliga trupult við at skilja. Náttúrufakini eru so ómetaliga fjølbroytt. Tað eru nærum óendaliga nógv evni, vit kunnu arbeiða við, samstundis, sum tað eftir míni sannføring er eitt fak, har tú skalt læra arbeiðshættir heldur enn uttanatslæru, ella at læra at sláa upp í eini bók.

Landsroyndirnar, sum eg havi sæð, spyrja um heitið á blómum, smákyktum, londum, býum og so framvegis. Fakið sjálvt leggur upp til at læra um arbeiðshættir, at arbeiða spyrjandi, kannandi og at læra, hvat gransking er, eitt nú at meta um úrslit/svar, vit fáa, eru røtt, hvat kunnu vit kanna, hvat er skilagott at hava við í slíkari kanning og so framvegis.

Hendan veturin hava vit í mínum flokki arbeitt við at seta smákyktafellur upp og sett spurnartekin við, hví vit finna fleiri smákykt í august enn í oktober. Hvussu síggja bleytu gøgnini út? Vit hava havt mørar í skúlanum og kundu soleiðis hyggja at gøgnunum, halda teimum, fáa eina kenslu av, hvussu hesi í veruleikanum eru. Síðani royndu vit at blása luft í lunguni, kenna á teimum, hvussu stórur munur er á, tá tey eru tóm ella full, hvussu ilta vit blóð, og hvussu síggja hjartakømurini út, hvussu ferðast blóðið í stóru æðrunum og so víðari. Eisini hava vit roynt at læra okkum bólkaarbeiði og at seta spurningar til eitthvørt, sum vit hava áhuga fyri. Hvussu kunnu vit arbeiða saman, hvat hevur týdning og hvussu fáa vit best burturúr. EL, mannakroppur, kynsbúning og ymiskt annað hava vit eisini verið ígjøgnum. Seinasta hugskotið er so at royna klekimaskinuna, tí vit eru júst nú farin undir at klekja høsnaegg.

Tað er ongin ivi í míni sál, at úrslitið av arbeiðshættunum og undirvísingargongdunum hjá mær í náttúru & tøkni hava verið misjøvn. Okkurt hevur verið frálíkt, annað minni væleydnað. Næmingarnir tíma best at arbeiða við tí, teir kunnu hava í hondini. Sjálv dámar mær betur at gera royndir, ganga í fjøruni, í ánni ella á bønum. Hóast bæði mær og næmingunum dámar betur granskingararbeiðið, so ynskja vit eisini at klára okkum væl til royndirnar, sum Undirvísingarstýrið leggur stóran dent á at fremja. Hetta setur meg í eina tvístøði, um hvørt eg skal undirvísa eftir tí, sum eftir míni bestu sannføring er rætt, ella um eg skal undirvísa eftir landsroyndini.

Vónandi fara landsins myndugleikar at skilja, at royndir kunnu vera góðar, tí tær kunnu brúkast til okkurt skilagott, men tað finnast eisini royndir, ið køva meiri enn tær gagna, og hetta seinna haldi eg at landsroyndin í náttúru & tøkni ger.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni