Tíðindi/Greinar
07.02.2017
Landsroyndarresið er byrjað. Fyrsta undanlandsroyndin gekk ikki heilt eftir ætlan, men hvat, niðurstøðan er: Hetta er bara ein undanlandsroynd.
Tað tekniska veit eg onki um, og eg fái tí ikki gjørt stórvegis viðmerkingar til tað; annað enn: Fá tað at rigga! Men hvar er grundgevingin fyri innihaldinum í royndunum? Eg kundi so gott hugsað mær at fingið eina námsfrøðiliga frágreiðing upp á uppgávurnar. Fyri mær, sum undirvísi í miðdeildini, er tað ein gáta, at hvørja ferð eg haldi meg hava funnið útav, hvat eg skal fyrireika næmingarnar uppá, so er tað ikki so. Størsta undranin hjá mær er: Hví eru talgildu landsroyndirnar ein tjóðarloynidómur? Pappírslandsroyndirnar eru tøkar á Snar og kunnu roynast umaftur og umaftur, men tær koma ikki í nánd av upplivingini at vera til eina talgilda roynd. Hví kunnu tær talgildu ikki leysgevast, so man kann læra næmingarnar, hvussu teir tøkniliga skulu bera seg at í eini roynd, og so vit lærarar kunnu fyrihalda okkum til tað, sum næmingarnir fara at møta og spyrja um.
Eg veit væl, at hetta bert er ein undanlandsroynd, men sig tað við næmingarnar. Er tað meiningin, at eg skal læra teir, at tað er ikki neyðugt at gera sær ómak fyrstu og aðru ferð, tí vit bert royna skipanina? Tað kann ikki vera rætt. Í míni verð er tað umráðandi at læra næmingarnar, at alt vit gera í skúlanum, er týdningarmikið.
Eg hevði ongan flokk til landsroynd í fjør, og var eg tí sera illa við, tá eg í undanlandsroyndini í føroyskum í 4. flokki møtti bæði mállæru, orðatøkum og uppgávum at leita í orðabók. Hvat hevur tað við lesifatan at gera????? Eg var tó SERA fegin, tá eg sá, at man hevði tekstin sum ein part av skjalinum við spurningum - men henda skrollingin.
Aftur til tað tekniska. Nær skal eg læra næmingarnar tað, sum landsroyndin krevur, umframt at eg skal læra teir teldupartin, ið ikki er tøkur? Eg skal, sum í nokk flestu skúlum, skriva meg upp til teldurnar; tá eg havi fingið teldurnar, havi eg 90 min. Í hesar 90 min. skulu næmingarnir koma inn úr fríkorteri, seta teldurnar upp, koma inn har vit skulu arbeiða og taka niður aftur. Nú eru ikki nógv meiri enn 55 min. eftir. Tað er ov nógv tíðarspill, tá eg BERT havi seks føroysktímar.
Nú ljóðar hetta kanska, sum at eg eri ímóti landsroyndum, men so er ikki. Tað skal bara vera skil í. Næmingarnir skulu ikki fara til roynd og føla, tað er sum at fáa ein hamara í høvdið. Tað skal vera ein gevandi og øðrvísi part av undirvísinigini.
Spennandi verður til annað umfar.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan