Tíðindi/Greinar
14.06.2021
Í vikuni, sum fór, setti Sirið Stenberg úr Tjóðveldi landsstýrismanninum í skúlamálum áhugaverdan og viðkomandi spurning. Hon spurdi, um landsstýrismaðurin helt, at næmingatalið í flokkunum í fólkaskúlanum er ov høgt, og um nakrar ætlanir eru at lækka næmingatalið í flokkunum.
Í viðmerkingunum til spurningin nevnir hon eisini, at tað er einki at taka seg aftur í, at fólkaskúlin er ein av grundsúlunum í samfelagnum, og at ein góður fólkaskúli er fortreyt fyri framtíðini hjá okkara børnum og harvið samfelagnum øllum, og at vit øll sjálvandi vilja hava ein góðan fólkaskúla. Eisini nevnir hon í viðmerkingunum, um tað ikki hevði verið ein loysn, at færri næmingar vóru í hvørjum flokki, tí so var betri tíð til einstaka næmingin, og tað hevði virkað fyribyrgjandi og eisini verið gott fyri trivnaðin.
Hetta er søtur musikkur í mínum oyrum. Og samstundis skuldi tað eisini verið so púra sjálvsagt. Tess fleiri næmingar tú sum lærari skalt taka tær av í einum flokki, tessi minni tíð verður til hvønn einstakan. Tað sigur seg sjálvt!
Í dag er skipanin við floksstødd soleiðis, at vanlig floksstødd er sett til 24 næmingar, men tímar verða tó ikki latnir til nýggjan flokk, fyrr enn flokkurin fer upp um 26 næmingar.
Tað krevur nógv av læraranum at hava 26 næmingar í einum flokki, rættiliga nógv. Í endamálsorðing fólkaskúlans stendur til dømis, at “Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini”, og fólkaskúlin skal m.a. eisini “búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag”.
Hetta eru stór og føgur orð, men hetta er eisini nakað, sum lærarar eru púra greiðir yvir og samvitksufult royna at liva upp til í læraragerninginum. Tað er ikki lætt og einfalt, als ikki. Tíverri hevur gongdin í seinastuni eisini verið tann, at støðugt fleiri næmingar hava ymiskar avbjóðingar at stríðast við. Orsøkirnar kunnu vera nógvar, men tá ið næmingurin stríðist við okkurt, sum plágar hann, gongur tað oftast út yvir trivnaðin og av tí sama eisini læringina. Hesum skal lærarin so royna at lofta, so væl sum hann kann undir givnum umstøðum. Tað í sjálvum sær er ein stór uppgáva, og uppgávan verður ikki minni av, at 26 næmingar eru í flokkin. Tvørturímóti. Tað er ein ovurhondsstór og týðandi uppgáva, sum allir lærarar kenna seg aftur í.
Men samstundis er hetta ein uppgáva, sum væl ber til at bøta um. Gaman í, færri næmingar í hvørjum flokki kosta eitt sindur meira av pengum, men hinvegin er spurningurin nokk heldur, um kostnaðurin av ikki at lækka næmingatalið, ikki er hægri. Tað síggja vit longu nú.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan