Tíðindi/Greinar
30.01.2024
Eitt av tilmælunum í álitinum um broytingar í fólkaskúlalógini, sum var handað í mai í fjør, er at minka floksstøddina.
Fólkaskúlalógin ásetur, at við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokki. Av onkrari ókendari orsøk hevur tað í veruleikanum merkt, at ikki fyrr enn næmingatalið fer upp um 26, hevur skúlin fingið játtaðar tímar til tveir flokkar. Nú er kortini ein glotti at hóma, tí uppskot um lógarbroyting um at minka floksstøddina er nú sent nógvum pørtum til hoyringar.
Í stuttum kann sigast um hesa lógarbroyting, at hon fer at gera tað møguligt hjá skúlunum at býta næmingarnar í tveir flokkar, um næmingatalið við skúlaársbyrjan er hægri enn 20. Við hesi lógarbroyting fær einstaki skúlin eisini rætt til at gera av, um floksbýtið verður gjørt við næmingi nummar 21, ella um sett verður inn við øðrum fyriskipanum, t.d. við tvílæraraskipan.
Skipanin verður galdandi frá skúlaárinum 2025/2026. Tá verður byrjað við 1. flokki, og skipanin verður síðan rullað út yvir 9 ár og soleiðis sett í gildi eftir níggju ár.
Tað er sjálvandi at frøast um, at hetta stig verður tikið, og tað er avgjørt eitt stig rætta vegin. Verandi floksstødd við 26 næmingum í hvørjum flokki er ikki ein góð skipan. Hvørki fyri næmingar ella lærarar. Víst hevur verið á hetta fleiri ferðir, og tað er gott, at tað verður lurtað og tikið í álvara.
Hinvegin so eru 9 ár long tíð at seta eina slíka skipan í verk, og vert er eisini at geva gætur, at tað verður heldur ikki byrjað næsta skúlaár, men skúlaárið 2025/2026. Tað merkir t.d., at tey, sum fara í 1. flokk í summar, ikki fáa nakran ágóða av hesi skipan í sínari skúlagongd, og tað er spell.
Sagt verður í viðmerkingunum til uppskotið, at høvuðsendamálið við lógarbroytingini er, at lærarin fær meira tíð til hvønn einstakan næming, og at hvør einstakur næmingur fær betri læriumstøður.
Júst hetta at lærarin fær meira tíð til hvønn einstakan næming, og at næmingurin harvið fær betri læriumstøður er so sera umráðandi. Um skúlagongdin skal hepnast so væl sum gjørligt, er tað ein fortreyt, at lærarin hevur umstøður og tíð til hvønn einstakan næming.
Tað var t.d. rættiliga sjónligt í koronatíðini, tá ið næmingarnir vóru í smærri bólkum enn vanligt. Tá hevði lærarin betri tíð til hvønn einstakan næming, og trivnaðurin hjá næmingunum varð harvið betri. Næmingar, sum høvdu tað trupult í stórum flokkum, funnu seg betur til rættis í smærri bólkunum.
Tað er í tøkum tíma, at floksstøddin verður minkað, men hevði tilgongdin at seta skipanina í verk verið stytt, hevði tað verið uppaftur betri.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan