Tíðindi/Greinar

12.07.2023

Smáu skúlarnir hava eisini avbjóðingar

Skúlajáttanin er sum heild alt ov trong. Bæði í stórum og smáum skúlum. Tað sæst bara munandi týðiligari í smáu skúlunum, tí har er enn truplari at flyta tímar ímillum, tí har eru so at siga ongir tímar at flyta. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Hjá okkum, sum arbeiða í stórum skúla, kann tað tykjast sum ein ynskidreymur at arbeiða á einum lítlum skúla við fáum næmingum. Kanska hava vit hug at síggja smáu flokkarnar sum eina sjálvfylgju fyri, at arbeiðið er lættari, og at tillaga undirvísingina er ein gáva, tá flokkarnir eru lítlir. Hetta er tó langt frá tí, sum lærarar í smáu skúlunum uppliva.

Tá skúlin er minni enn eitt vist, verða árgangir undirvístir saman. Hetta ger, at ikki einans skulu lærarar undirvísa tillagað í einum árgangi, men heldur hava fleiri árgangir samstundis. Undirvísingartilfarið til flokstrinini er ymiskt, so tað at tillaga undirvísingina til ein flokk verður uppaftur fjølbroyttari enn til ein “vanligan” flokk. Hetta ger felagsundirvísingina ómetaliga trupla, tí næmingar á ymiskum flokstrinum eiga ikki at læra tað sama. Um undirvíst verður í sama tilfari til fleiri árgangir, so verður arbeitt ov leingi á sama stigi hjá summum næmingum, ella verður annað arbeitt ov stutt. Tí verður heldur undirvíst í bólkum, soleiðis at skilja at lærarin tosar við ein part av næmingunum heldur enn allan bólkin. Her kann tað gerast trupult hjá næminginum at skilja ímillum, hvat hann skal arbeiða við, og hvat lærarin biður hini/onnur gera. Samstundis er trupult at hjálpa næmingum, sum eru í gongd við at loysa uppgávur, tá tú undirvísir øðrum næmingum.

Afturat hesum eru eisini næmingar við avbjóðingum í smáu skúlunum. Tímajáttanin er lítil, ímeðan arbeiðsuppgávan er bæði stór og fjølbroytt. Ein næmingur við serligum tørvi hevur brúk fyri somu hjálp, um hann gongur í stórum ella lítlum skúla. Er næmingurin soleiðis fyri, at hann fær best burturúr, um hann hevur stuðul ella serlærara hjá sær, tá hann er í skúla? Kann tað gerast trupult hjá hesum næmingi at fáa ta hjálp honum tørvar í einum lítlum skúla, tí játtanin til skúlan er ov trong?

Miðfirraðu tímarnir verða játtaðir eftir samlaðu tímajáttanini, soleiðis at skilja at tá tímajáttanin er útroknað, vera 23% løgd afturat tímunum. Hesir tímar eru til næmingar við serligum tørvi, samstundis sum hetta skal røkka teimum næmingum, sum fáa eina betri skúlagongd, um teir fáa eitt sindur av eyka hjálp. Hetta kann vera viðvíkjandi lesing, rokning ella øðrum.

Skúlajáttanin er sum heild alt ov trong. Bæði í stórum og smáum skúlum. Tað sæst bara munandi týðiligari í smáu skúlunum, tí har er enn truplari at flyta tímar ímillum, tí har eru so at siga ongir tímar at flyta. Í stóru skúlunum er lættari at tillaga ymiskt, tí hóast tímajáttanin her eisini er tepur, so ber til at tillaga nakað. Vónandi fara vit í hesum valskeiðnum at síggja vøkstur í játtanini, soleiðis at vit, sum arbeiða í skúlaverkinum fara at hava kensluna av, at vit kunnu geva næmingunum tað besta av tí besta.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni