Tíðindi/Greinar

04.09.2017

Skúlin fyri øll

Rúmligi skúlin krevur, at børn, ið tørvar serlig atlit, verða hugsað sum ein partur av skúlafelagsskapinum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Vit liva í eini tíð, har arbeiði verður lagt í, at skúlin skal vera fyri øll. Tað er eitt alt størri ynski um, at skúlin skal rúma øllum næmingum, og at hesir hvør í sínum lagi skulu fáa sum mest burtur úr skúlatíðini.

Hetta merkir fyri skúlan, at nærum øll børn í skúlaaldri eru knýtt at skúlanum. Børnini skulu fáa eina undirvísing, sum hóskar til teirra.

Skúlin er nógv broyttur síðan túsundáraskiftið. Frá at vera ein skúli, sum í størsta mun leggur dent á fakliga læring, verður alt størri dentur lagdur á trivnað og sosiala menning. Frá at vera ein fakligur skúli, er skúlin mitt í menningini til at gerast ein rúmligur skúli. Hetta sæst aftur í ynskinum um, at næmingarnir eru førir fyri at mennast í avbjóðingum, vitanarliga, sosialt og trivnaðarliga. Sostatt handlar hetta í stóran mun um motivatión, tryggleika, sjálvsvirði og trivnað næmingsins.

Rúmligi skúlin krevur, at børn, ið tørvar serlig atlit, verða hugsað sum ein partur av skúlafelagsskapinum. Hesi børn hava ómetaliga ymiskan tørv. Tey kunnu hava einhvørja sjúku, ið krevur serlig atlit, hava málsligar ella sosialar avbjóðingar og mangt annað.

Skulu ynskið um og arbeiðið fram ímóti einum rúmligum skúla hepnast, eru serlig krøv, ið mugu eftirlíkast. Tað verið seg krøv um undirvísingaramboð, lærararesursir, tímajáttan, bygnaðarligir karmar og mangt annað.

Tað er ongin loyna, at tá vit sum lærarar standa við einum flokki, ynskja vit tað besta fyri hvønn einstakan næming. Tað vit arbeiða fram ímóti, kann tó vera ómetaliga ymiskt fyri tann einstaka næmingin í flokkinum. Tað er ikki ókent, at vit í dag kunnu hava fleiri næmingar í hvørjum flokki, ið krevja serlig atlit. Eitt nú næmingar við sosialum avbjóðingum, málsligum ella fakligum avbjóðingum. Fakligu avbjóðingarnar eru ikki altíð eins truplar at loysa, tí hetta er innanfyri okkara fakøki. Tað kann tó vera sera trupult at hjálpa næmingum, sum hava serliga stóran tørv á at mennast sosialt. Hesir næmingar kunnu hava harðliga atferð bæði munnliga og kropsliga. Hetta ávirkar okkum, sum arbeiða í skúlanum, men so sanniliga eisini hinar næmingarnar í flokkinum. Afturat hesum børnum, eru tað tey, ið krevja serlig atlit, bæði sosialt og fakliga. Hetta kunnu vera børn við autismu, Down Syndromi ella annað.

Førleikastovur eru settar á stovn á fleiri skúlum, og tey, sum starvast har, gera eitt megnararbeiði á økinum, ið vit ofta kalla serligur tørvur.

Fyri meg sum lærara er tað ongin ivi. Tað er, tá eg standi við næmingum við harðligum munnligum og kropsligum atburði, at eg kenni størstu avbjóðingina. Tað er ikki trupult at rúma næmingum við hesum avbjóðingum, men tá teirra atferð ger seg inn á tryggleikan og trivnaðin hjá floksfeløgunum, kenni eg mína arbeiðsuppgávu serliga krevjandi.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni