Tíðindi/Greinar

08.12.2016

Skúlaárið 2016/2017 er hálvrunnið

Um skúlaleiðarin fær tímajáttanina á vári, og arbeitt verður út frá næmingatalinum í innskrivingini, so er komið væl áleiðis. Jákup av Skarði, næstformaður í Føroya Lærarafelag og fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Nú vit stákast til jóla, vita vit eisini, at um eitt hálvt ár byrjar nýtt skúlaár. Vit, skúlaleiðarar, fáa um ein mánað ella so næmingatalið komandi skúlaár og kunnu byrja fyrireikingarnar til skúlaárið 2017/2018.

Tí átti Mentamálaráðið nú at sent út nøkur orð um tey átøk, ætlað eru komandi skúlaár, og í hvønn mun hesi átøk eru partur av eini visjón við fólkaskúlanum.

Skúlin er tungur at flyta, men tað er ikki av illvilja. Orsøkin er, at so øgiliga nógvir faktorar eru í spæli, tá ið broytingar og átøk skulu gerast innan skúlagátt. Tí er tað sera umráðandi, at vit geva okkum góðar stundir til fyrireiking.

Eg havi ofta sett fram ynski, at Mentamálaráðið skipar tveir árligar skúlaleiðarafundir. Tann fyrra um heystið, at práta um skúlabyrjanina, royndir – og í ár eisini skúlastýrisvalið. Seinni fundurin – um várið – kundi verið at tikið í aftur átøk fyri komandi skúlaár og í hvønn mun skúlaleiðarar finna samstarv innan ymisk øki.

Ynskiligt hevði eisini verið, at vit á várfundi fingu tímajáttanina til komandi skúlaár. Tá fingu vit ein møguleika at fyrireika nógv undan summarfrítíðini.

Fyrra helvtin hetta skúlaárið varð aftur merkt av nógvum arbeiði um virksemisætlanirnar. Torført er at fáa alt at ganga upp, og av tí sama gongur ov long tíð, til lærarin hevur endaliga yvirlitið, hvussu arbeiðstíðin er skipað. Tá er torført hjá læraranum at leggja ársætlan – og nú er árið hálvrunnið.

Um skúlaleiðarin fær tímajáttanina á vári, og arbeitt verður út frá næmingatalinum í innskrivingini, so er komið væl áleiðis. Høvdu vit so hildið fast við hetta næmingatalið og ikki broytt tímajáttanina í september, so var upp aftur betri arbeiðsfriður.

Árið er hálvrunnið. Í farnu viku vóru talgildu royndirnar í 9. flokki, og hesa vikuna sita 8. flokkarnir við knappaborðini. Hesaferð gekk heldur betur. Tað er tó enn av alstórum týdningi, at MMR setur í verk útbúgving og eftirútbúgving innan kt, at vit kunnu styrkja hetta økið innan skúlagátt – har kt er natúrligt amboð.

Hesa vikuna verður helst nógv fokus á PISA-úrslit, og vónandi verður talan um útgreinandi orð, heldur enn bert ymsar yvirskriftir. Okkurt úrslit kann helst nýtast mennandi. Vónandi verður tó ikki bert talan um “at sløkkja eldar”, men heldur at vit fara í eitt konstruktivt kjak um mennandi átøk.

Vónandi verður várfundur í 2017, at vit í felag kunnu skipa mennandi átøk fyri komandi skúlaár.

Jákup av Skarði, næstformaður í Føroya Lærarafelag og fyrstilærari í Nólsoyar skúla.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni