Tíðindi/Greinar
05.01.2018
Sambært grein og samrøðu við Súsonnu Olsen í Skúlablaðnum eru 42 skúlaleiðarar hesi komandi árini á skúlabonki fyri at útbúgva seg innan námsfrøðiliga leiðslu. Sum eg skilji, er hendan útbúgvingin samansett soleiðis, at leiðslur skulu gerast meiri tilvitaðar um, hvussu leiðsluuppgávurnar skulu røkjast, og hvussu nógv hvør uppgáva skal fylla.
Partur er um námsfrøðiligari leiðslu, har Súsanna meinar, at tað skal vera ein heilt natúrligur partur, at skúlaleiðarin vitjar skúlastovur fyri at eygleiða, og síðan tosa við læraran um tað, sum fer fram í skúlastovuni.
Eisini vísir hon á, at lærarar og leiðslur ikki eri á einum máli um, hvørt leiðslan eigur at blanda seg uppí tað, ið fer fram í skúlastovunum.
Fyri meg er tað ein sjálvfylgja, at tá leiðslan hevur námsfrøðiliga ábyrgd, so eigur hon eisini at hava ávirkan. Tó meti eg ikki, at hetta gerst einans við at vitja skúlastovur. Í greinini verður eisini víst á týdningin av, at leiðslur hava veruligan og ektaðan áhuga fyri tí arbeiði, ið lærararnir á skúlanum gera. Hetta meti eg, hevur nógv størri ávirkan enn flestu starvsfólk geva sær far um. Ein leiðari, ið hevur áhuga fyri sínum starvsfólkum, hevur ikki fyri neyðini at vitja skúlastovurnar fyri at síggja, hvussu undirvísingin fer fram.
Kennir lærarin seg ikki sæddan og virdan á arbeiðsplássinum, so dugi eg ikki at síggja, at ein eygleiðing hjá skúlaleiðaranum skal gagna. Eitt nú kann lærarin hava kensluna av, at leiðarin ikki er nøgdur við tað arbeiðið, sum er gjørt, og at leiðarin tí kemur at hyggja at, hvat tað er, sum ikki er í lagi, heldur enn, at í felag royna at finna eina góða loysn. Tað er so, at á nógvum skúlum hava lærararnir starvast longri enn leiðslan. At fáa nýggja leiðslu tekur tíð. Tað tekur tíð at venja seg við ein nýggjan leiðsluhátt. Tað, sum eisini ofta hevur stóran týdning, er, um tú, sum lærari kennir teg væl, tá tú tosar við tín skúlaleiðara.
Endamálið við útbúgvingini er, sambært Súsonnu Olsen, at skúlastjórin skal vera útbúgvin til at fáa læraran at vera besta útgávan av sær sjálvum. Skal hetta røkkast, so er tað av alstórum týdningi, at skúlastjórin virðir og hevur áhuga í sínum starvsfólkum. Tá ið vit undirvísa, hevur tað alstóran týdning, at vit síggja, hoyra og virða næmingin, fyri at fáa tað besta burturúr hjá einstaka næminginum. Á sama hátt hevur hetta alstóran týdning fyri læraran. Í mínum arbeiði á skúlanum, og í nevndini hjá Føroya Lærarafelag, hitti eg nógvar lærarar. Hetta er í størsta mun dugnalig, ágrýtin og arbeiðssom fólk. Tíverri verður ikki altíð víst teimum tað virði, tey hava.