Tíðindi/Greinar
05.04.2021
Broytingar eru fyri framman, nú ætlanir eru um eitt skúlanet fyri alt undirvísingarverkið, harundir fólkaskúlan. Broytingar koma at hava við sær broyttar arbeiðsuppgávur hjá kt-vørðinum, bæði hvørjar arbeiðsuppgávurnar verða og hvør tíð verður at røkja uppgávurnar.
Nevndin í KT-varðafelagnum hevur altíð víst á, at verður talan um broytingar í t.d. røkt, so at røktarparturin hjá kt-vørðinum gerst minni, so eiga hesir tímar sjálvsagt at verða verandi í skúlunum, til at stuðla undir at námsfrøðiligi parturin verður styrktur.
Skráin:
Kl. 09:00 Vælkomin & morgunmatur.
Kl. 09:30 UVS leggur fram um Skúlanet og broytingar, ið eru fyri framman.
Kl. 10:30 Kjak í smb v/ UVS-framløgu.
Kl. 11:15 Framløgur um útbúgvingar og kt-starvið.
Kl. 12:00 Døgurði - sjálvtøkuborð í Bowlinghøllini.
Kl. 13:00 Føroya Lærarafelag leggur fram við fokusi á: “Hvør er støðan, og hvørja leið skulu vit ganga?”
Kl. 14:00 KT-varðafelagið hevur aðalfund.
Kl. 15:00 Takk fyri í dag
Kt-varðadagurin verið á Námi. Vit væntað, at støðan og framtíðar ætlanir fyri kt í fólkaskúlanum verða greiðari á KT-varðadegnum 9. apríl 2021.
Verið vælkomin at melda til hjá Tórhalli Simonsen, Bjørg Akraberg Poulsen ella Jákupi av Skarði
f. nevndina í KT-varðafelagnum
Jákup av Skarði, formaður