Tíðindi/Greinar

30.06.2016

Skúlaleiðslur í døpurhuga

Lærarafelagið hevur ongantíð áður fingið so nógvar fyrispurningar og hjartasuff frá skúlaleiðslum sum í ár. Orsøkin er trongu karmarnir, sum skúlaleiðslur hava at virka innanfyri. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Hóast virksemið í fólkaskúlanum alsamt økist, so er ikki politiskur vilji til at raðfesta skúlan samsvarandi økta virkseminum. Hetta merkja skúlaleiðslur í ólukkumát, nú komandi skúlaár skal leggjast til rættis.

Í mai sendi Mentamálaráðið skúlunum tímajáttanina fyri næsta skúlaár. Innan fyri hesa tímakvotu skal alt virksemi skúlans liggja. Undirvísing, leiðsla, skeið og annað virksemi tengt at undirvísingini. Í Mentamálaráðnum hava tey ment ein leist at luta tímarnar eftir. Tímarnir verða tillutaðir niður í minsta smálut, so nógv til einstøku lærugreinarnar, so nógv til fríkorter, so nógv til ansing av næmingum í matarsteðginum, so nógv til seturskúla o.s.fr. Leisturin er so nágreinaður, at hann neyvan finnur sín líka í heiminum, heldur ikki í Norðurkorea. Í Mentamálaráðnum eru tey so stórtøkin, at tey siga, at skúlastjórar frítt kunnu flyta tímar millum ymisku uppgávurnar, sum tímar eru tillutaðir til. Hetta ljóðar gott, men veruleikin í skúlanum er ein annar. Tímatillutanin úr Mentamálaráðnum er so pírin, at einstøku virkisøkini fáa absolutt minstamark fyri tí, ið krevst - ella minni. Her er einki at flyta við og einki rásarúm.

Tað, sum kann tykjast sum ein patologiska trongd í Mentamálaráðnum, at hava eftirlit, skyldast heilt einfalt, at játtanin á fíggjarlógini til fólkaskúlan ikki røkkur. Politiska hugsanin rúmar ikki tankanum, at dygdargott arbeiði kostar, og skuldi ivi stungið seg upp, so ber til at sissa seg við, at rationaliseringar og effektiviseringar loysa trupulleikan. Men broytta búsetingarmynstrið, flytanin av smábygdunum til størru plássini, hevur longu framt tær effektiviseringar, sum eru, so har er ikki so nógv meira at heinta. Játtanin til fólkaskúlan er heilt einfalt ov lág, og tað er lítil uggi, at fólkaskúlin ikki er einasta almenna tænastan, sum stendur fyri hóttafalli.

Skúlaleiðslur standa í tvístøðuni at ganga lættliga um krøvini í fólkaskúlalógini, ella at snýta lærarar til at átaka sær uppgávur, hóast eingin løn fylgir við. At trároyna arbeiðsmegi er ikki ókent, men er tað dygd og góðska, vit vilja hava, so er tað ikki rætti framferðarhátturin. Vit hava hópin av dømum um, at fíggjarlig atlit verða sett fram um faklig atlit. Men tað skulu vit ikki koma nærri inn á her.

Ein lærari, ið ongar eyka uppgávur hevur í skúlanum, undirvísir (hevur tímar) umleið 45% av samlaðu arbeiðstíðini. Restin av tíðini verður brúkt til fyrireiking, ráðlegging, foreldrasamstarv, ansing og tiltøk saman við næmingunum. Tað er ein ovurhugur í Mentamálaráðnum at noyða lærarar at undirvísa størri part av samlaðu arbeiðstíðini, og at tann hátt at minka um lærarahópin. Men bara hugsanin at hækka undirvísingarpartin, og á tann hátt lækka um tíðina til fyrireiking og fleirtáttaða arbeiðið við trivnaði, ber prógv um, at fíggjarligu atlitini verða tikin fram um dygd og góðsku. Og tað er at harmast um.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni