Tíðindi/Greinar

23.07.2021

Skúlaleikir fyri hvønn?

So vóru vit aftur har, at ein kanning av børnum og ungum í Føroyum vísir eitthvørt, og so er loysnin, at hetta má leggjast afturat í fólkaskúlanum. Hesaferð er talan um eina kanning hjá Fólkaheilsuráðnum, ið staðfestir, at 85% av børnunum í Føroyum røra seg ov lítið. ÍSF hevur nýtt hesa kanning sum høvi at skipa eitt átak, har ávísar ítróttagreinar skulu fáa størri rúm í fimleikaundirvísingini, og at skúlaflokkar eisini skulu kappast móti hvørjum øðrum í hesum útvaldum ítróttagreinunum í sonevndum skúlaleikum. Men er hetta átak hugsað fyri ítróttina, skúlan ella børnini? Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað er gott, at ÍSF setur kikaran á vantandi rørslu hjá børnum, tí vit kunnu ikki renna undan, at vit hava eina samfelagsavbjóðing, tá ið ein kanning vísir, at bara 15% av børnunum røra seg nóg mikið. Tað hevur ávirkan á menningina hjá børnum og ungum og møguleikarnar seinni í lívinum, um tey røra seg nóg mikið ella ikki. Øll eiga at gera sín part, so at børnini fáa betri møguleikar og áhuga í at at røra seg, men um somu tíð eiga vit at gera okkum greitt, hvør eigur hvørja uppgávu í hesum, hvat eiga foreldrini, samfelagið, ítróttin og fólkaskúlin.

Fólkaskúlin og ítróttin hava hvør sín leiklut í samfelagnum og byggja hvør á sína fortreyt. Í skúlanum undirvísir lærarin øllum børnunum út frá síni fakligu vitan og ásetingunum í námsætlanini, og í ítróttafelagnum venur venjarin tey, sum hava valt at møta upp til sína ítrótt. Hetta er hvør sín uppgáva, og tí eiga vit at gera greitt, hvørja ábyrgd skúlin eigur í arbeiðinum at fáa fleiri børn at røra seg meira, og hvørjar møguleikar ítróttafeløgini hava. Í skúlanum skal vera pláss fyri øllum, og tí má undirvísingin skipast eftir tí, meðan í ítróttafelagnum møta bara tey, ið hava áhuga í ítróttini.

Skúlaleikir fevna um fleiri ymiskar tættir. Har eru skeið fyri lærarar í undirvísing í ítrótti, ein fólkaheilsuvika og so sjálv kappingin millum skúlaflokkar, Skúlaleikirnir, ið eisini hevur givið átakinum navn. Tá samlaða átakið eitur Skúlaleikir, er nær at hugsa, at fremsta endamálið við átakinum er, at skúlar skulu kappast sínámillum í útvaldum ítróttagreinum. Men er tað eitt endamál hjá fólkaskúlunum at kappast sínámillum í ítrótti?

Skúlarnir kunnu fáa ágóða av at taka tættir í átakinum við í sítt arbeiði. Ítróttalærarar fáa nú boðið skeið í undirvísing í ítrótti frá væl útbúnum skeiðshaldarum, og tað er bæði gott og tiltrongt, tí tað eru fá onnur skeiðstilboð og útbúgvingarmøguleikar til ítróttalærarar, og lærarar hava altíð tørv á at dagføra sína vitan. Fólkaheilsuráðið skipar eisini fyri fólkaheilsuvikum, har ljós verður varpað á fólkaheilsu, og næmingarnir fáa onkra ávísa avbjóðing. Hesir partar kunnu væl flættast inn í undirvísingina og gera skúladagin fjølbroyttari og meira viðkomandi, so at lærarin røkkur fleiri næmingunum betur.

ÍSF, sersambondini, ítróttafeløgini og nógvu sjálvbodnu hjálparfólkini og venjararnir í ítróttafeløgunum gera eitt megnararbeiði fyri nógv børn og ung. Um ÍSF skal fáa fleiri børn at røra seg meira, so er teirra fremsti møguleiki at fáa fleiri børn at íðka og gerast íðkandi limir í einum ítróttafelagi. Við nýggjari heimasíðu og sterkum samstarvsfelagum geva Skúlaleikirnir góð líkindini fyri, at fleiri børn fáa áhuga í eini ítrótt og vilja tekna seg sum lim í einum ítróttafelagi. Eg vóni, at ÍSF eisini fer at virka fyri øðrum tættum at røkka børnunum og geva teimum møguleika at venja í einum felagi, so sum at hava loft á limagjaldinum fyri børn, hava opnar venjingardagar, har øll børn eru vælkomin, hava serligar umstøður fyri nýbyrjað, ella annað, ið eggjar øllum børnum at møta til venjing í felagnum. Tí um ítróttin skal fáa fleiri børn at røra seg meira, so mugu umstøðurnar at møta nýggjum íðkarum vera góðar, og tey mugu megna at halda áhuganum við líka.

Kommunurnar og Mentamálaráðið eru eisini við í Skúlaleikunum; tað er gott, at myndugleikin sær tørvin á at gera átøk fyri at fáa børn at røra seg meira. Men rørslan hjá børnunum hongur saman við møguleikunum fyri rørslu, tí kunnu vit við hesum vóna, at kommunurnar eisini vilja gera íløgur í spælipláss uttan um skúlarnar, ið eggja til fjølbroytta rørslu. Í nøkrum skúlum er bara tørvur á lívd, so at næmingarnir unnast at spæla uttanfyri. Mentamálaráðið kundi eisini sett fígging av til skeið og útbúgving fyri ítróttalærarar, so at lærarar enn betur kunnu møta næmingunum og eggja til rørslu og rørsluspøl, so at børnini kunnu taka hesi spøl við í sína frítíð eisini.

Skúlaleikirnir skulu vera vælkomnir, og uttan iva fer hetta átak at virka fyri, at fleiri børn fara at kenna gleðina við at røra seg. Lat okkum síggja, hvussu fyrsta árið roynist; so kunnu vit eftirmeta, soleiðis at børnini og skúlin kunnu fáa enn meira burturúr. Skúlaleikirnir eru enn eitt tilboð, ið fólkaskúlar kunnu velja, og lærarar hava nú enn ein møguleika at velja í, tá tey skipa skúlagongdina, so hon hóskar best til sín flokk og einstaka næmingin. Men um samfelagið skal náa málinum at fáa fleiri børn at røra seg meira, so røkkur ikki bara at leggja afturat skúlanum; tá mugu fleiri partar taka størri felags tøk at røkka børnunum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni