Tíðindi/Greinar

25.07.2024

Skúladagar og frítíðir

Tá vetrarfrítíðin kemur sum enn ein frítíð, so er óttin, at enn fleiri skúladagar verða órógvaðir, tí at næmingar mangla í flokkinum fyri frítíðina, og aðrir koma ov seint aftur, og hesi mugu øll hjálpast so ella so at finna tráðin aftur. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

Fólkaskúlalógin ásetur, at landsstýrismaðurin skipar skúlaárið við skúladøgum og frítíðum. Landsstýrismaðurin hevur ásett, at tað skulu vera 193 skúladagar í skúlaárinum; hetta eru nakað fleiri enn í fleiri av okkara grannalondum. Síðan skulu frítíðir og frídagar á hvørjum ári ásetast, og tað grípur inn í fleiri áhugamál. Samgonguskjalið nevnir, at “vit skulu endurskoða skúlafrítíðina”. Hvat tað so merkir, er ikki gott at vita.

Komandi skúlaár skulu næmingarnir aftur í skúla 15. august, ella var tað var 14. August. Hesaferð er tað fyrstu ferð, at landsstýrismaðurin hevur skipað rundskrivið um frítíðir og frídagar í fólkaskúlanum so, at tað eisini er ein vetrarfrí, men tá skúlaárið skal skipast við skúladøgum og frítíðum, hvørjum atlit skulu tá takast?

Um vit taka vetrarfrítíðina sum dømi, so var tað eitt politiskt ynski hjá nøkrum samgongulimum, sum bleiv til veruleika, uttan at skúlafrítíðin sum heild bleiv endurskoðað. Taka vit yrkisfakligu metingina, so var ynski hjá einum meiriluta av lærarunum at hava regluliga og samanhangandi skúlagongd heldur enn vetrarfrí. Skúlaárið er í stuttum skeiðum, og einasta langa samanhangandi skúlaskeiðið var frá jólum til páskir. Hetta ynskti ein stórur meiriluti av lærarunum at varðveita.

Eitt annað sjónarmið um vetrarfrí var, at frítíðir órógva í nógv longri tíð, enn tað, ið einstaka frítíðin varir. Fleiri foreldur velja at taka børnini við á ferð eina viku, áðrenn frítíðin byrjar, og onnur koma ikki aftur, fyrr enn eina viku eftir, at frítíðin var liðug. Á hendan hátt órógvar ein vika í skúlafrí tríggjar vikur í skúlaárinum. Tá vetrarfrítíðin kemur sum enn ein frítíð, so er óttin, at enn fleiri skúladagar verða órógvaðir, tí at næmingar mangla í flokkinum fyri frítíðina, og aðrir koma ov seint aftur, og hesi mugu øll hjálpast so ella so at finna tráðin aftur.

Summarfrítíðin er tann langa frítíðin, men nær skal hon liggja? Árliga rundskrivið um Frítíðir og frídagar í fólkaskúlanum ásetur summarfrítíðina í báðum endum á skúlaárinum. Eitt nú er summarfrítíðin í 2024 frá 19. juni – 13. august og í 2025 frá 20. juni – 12. august. Tað hevur týdning, at frítíðirnar ikki verða broyttar, tí at nógv foreldur bíleggja sínar ferðir í góðari tíð, alt eftir skúlaárinum hjá børnunum. Í ár var eitt undantak í so máta, tí at summarfrítíðin í 2024 var fyrst lýst at vera 19. juni – 14. august, men síðan broytt til 19. juni – 13. august. Tað er óheppið at broyta eina frítíð, sum er lýst, og hetta kann órógva hjá teimum, ið hava bílagt ferðina í góðari tíð.

Seinnu árini er summarfrítíðin flutt, so at skúlagongdin byrjar aftur fyrr í august. Í 2025 byrjar skúlagongdin 13. august, meðan skúlagongdin byrjaði 18. august øll árini 2020-2022. Nøkur foreldur, ið eiga børn, ið luttaka í kappróðrinum, okkara tjóðarítrótt, harmast um hesa broyting. Tey, sum rógva, leggja nógv fyri, og tey eru bundin uttan steðg fram til á ólavsøkuna. Nú skúlarnir byrja eina lítla viku fyrr í august, so er tað styttri tíð hjá teimum at hava frí saman sum familja. Avgjørt eitt viðkomandi sjónarmið.

Nógvir skúlar eru raskir at kvøða í tíðini undan føstuni, og tað eru fáir skúlar, ið ikki sláa ring føstulávintsmánadag. Føroyski dansurin hevur vunnið sítt pláss í skúlunum myrku tíðina og stendur sterkari nú enn leingi, væl hjálptur at nøkrum lærarum, ið eru eldsálir og slóða fyri. Vetrarfrí er sett at vera í viku 7, meðan føstulávintsmánadagur flytur í kalendaranum. Tí eru skúlaárini ymisk, hvussu hesi áhugamál møtast. Í 2025 er føstulávintmánadagur í viku 10, í 2026 í viku 8 og í 2028 í viku 9. Tá vetrarfrí er beint undan føstulávint, so kann ein óttast fyri, hvussu stevið er hjá næmingunum, beint eftir, at tey eru afturkomin frá vetrarfrí.

Jólafrítíðin er broytt nakað seinnu árini við at fleiri familjur fara av landinum um jólini og nýggjárið. Tað kundi talað fyri at lagt fleiri frídagar um jólini og nýggjárið. Komandi skúlaár er jólafrí  21. desember – 1. januar. Tað er ikki vanligt at byrja skúlagongdina longu 2. januar, og tá eru nógvir næmingar lítið upplagdir til skúla. 2. januar 2025 er ein hósdagur. So fáa vit at síggja, hvussu næmingar fáa møtt í skúlanum, og hvør standurin er.

Ein táttur, sum má standa frammarlaga, tá frítíðir í skúlanum skulu skipast, eru sjónarmiðini hjá lærarunum. Lærarin er áhugaður í, hvussu skúladagarnir liggja best, fyri at geva næmingunum bestu undirvísingina, og tað er lærarin, ið hevur førleikan at meta um tað. Tað eru sjálvandi eisini onnur atlit at taka, hvat foreldrum ynskja og onnur, ið hava áhuga í hesum, og hesi eiga sítt pláss í metingini, men tað má viga tungt, at skúlin hevur bestu umstøður at loysa sín setning; at skipa góðar skúladagar fyri næmingarnar.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni