Tíðindi/Greinar

08.03.2021

Skúlablaðið og heimasíðan hava týdning

Tað hevur verið uppi og vent, hví blaðið ikki verður flutt yvir á talgilda pallin og bara har, men vit meta, at tað er neyðugt at hava eitt blað. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Lærarafelagið leggur nógva orku í, at Skúlablaðið kemur út, og at heimasíðan hjá Skúlablaðnum javnan hevur nýggjar greinar og annað viðkomandi tilfar.

Hetta er ikki av tilvild. Sum felag vilja vit fegin varpa ljós á tað arbeiði, sum gongur fyri seg kring landið, og kunna limirnar og onnur um tað, sum rørir seg kring okkum. Tað eru lærarar, ið vita best um skúlaskap og undirvísing, samstundis sum tað er gott at fáa íblástur.

Serliga Skúlablaðið verður vent millum lærarar. Tað hevur verið uppi og vent, hví blaðið ikki verður flutt yvir á talgilda pallin og bara har, men vit meta, at tað er neyðugt at hava eitt blað. Har er onki at ivast í; vilja vit røkka so nógvum sum gjørligt, so er neyðugt við einum blaði, ið kann liggja frammi, har onnur enn lærarar hittast. Tað eru ikki bara limir, ið fáa blaðið, og tað eru ikki bara limir, ið lesa blaðið. Vit skulu varpa ljós á, hvat gongur fyri seg innan undirvísingarverkið.

Seinasta árið hevur nevndin arbeitt miðvíst við at geva blaðnum eitt innihald, sum gongur gjøgnum blaðið, sum ein reyður tráður. Hetta vilja vit framhaldandi arbeiða við, tí vit meta, at tað hevur týdning, at tað, ið hevur við skúlaskap og skúlamenning at gera, verður lýst frá ymsum sjónarhornum.

Afturat Skúlablaðnum er eisini heimasíðan, bæði tann hjá Skúlablaðnum og Lærarafelagnum. Har koma nógvar greinar og tíðindastubbar, ið ikki standa í blaðnum. Her eru brellbitar úr blaðnum umframt annað viðkomandi tilfar. So avgjørt vert at vitja.

Men hví skulu vit hava eitt skúlablað og eina virkna heimasíðu? Hjá mær er hetta ein sjálvsagdur lutur; um ikki vit, hvør skal so, og hvør veit betur enn vit! Tað er ikki so, at onnur fara at seta tíð og orku av til at seta seg inn í, hvat skúlaskapur og undirvísing er, tað er okkara uppgáva sum nevnd og lærarar. Tey, ið arbeiða í fólkaskúlanum og við skúlaskapi, eru tey, ið hava vitanina og sum mugu deila hana við onnur.

Mítt ynski til framtíðar blaðið og heimasíðuna er, at enn fleiri, ið hava við undirvísing at gera, fara at gera vart við seg og annaðhvørt skriva til blaðið ella heimasíðuna. Jú fleiri skriva ella siga frá síni søgu, jú fjølbroyttari verður tilfarið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni