Tíðindi/Greinar

17.10.2022

Skúlaaftran ein vaksandi avbjóðing

Tað eru krøvini, sum verða sett næmingunum í dag, og tímatalvan, sum er alt ov rúgvismikil, ið eru viðvirkandi til avbjóðingarnar, sum tey stríðast við, og sum vit úti á skúlunum hvønn dag stríðast við at loysa. Vit gera tað, sum vit megna, men tað tykist sum viðleikarin hjá okkum ikki altíð er á okkara liði. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Mánadagin 10. oktobur var altjóða sálarheilsudagur. Tað er gleðiligt, at ljós verður varpað á sálarheilsuna, tí góð sálarheilsa er ein fyritreyt fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman.

Er sálarheilsan ikki góð, so eiga vit at fáa boðið ta hjálp, ið vit hava tørv á, fyri at kunna betra um sálarheilsuna.

Her heima bleiv millum annað varpað ljós á skúlaaftran. Alsamt fleiri og fleiri næmingar stríðast við skúlaaftran, og eg ímyndi mær, at teir allar flestu lærararnar runt í skúlunum her heima kenna til næming ella næmingar, sum líða av skúlaaftran.

Vit lærarar, sum ikki hava nomið okkum eyka útbúgvingar, skeið o.a., innan sálarfrøðiliga økið, gerast lættliga ørkymlaðir orsakað av hesi avbjóðingini.

Eingin av okkum lærarum dámar at hava ein næming í flokkinum, sum vit vita stríðist við eitthvørt, sum vit ikki fáa loyst ella hjálpt til at loysa. Hetta gongur út yvir okkara egnu sálarheilsu. Tá vit uppliva avbjóðingar, sum vit við teimum førleikum, vit hava, ikki fáa loyst, fara vit víðari at leita okkum eftir hjálp. Ofta uppliva vit, at tað er torført at fáa hesa hjálp – oftast orsakað av vantandi játtan frá myndugleikunum.

Vit vilja fyri alt í verðini hava næmingar í flokkinum, sum hava tað gott, sum trívast og sum læra. Vit lærarar eru superhetjur, tað er eingin ivi um tað, MEN við hvørt hava superhetjur eisini tørv á hjálp at loysa avbjóðingar.

Tað er, sum áður sagt, ørkymlandi, at næmingurin ikki vil í skúla. Orsøkirnar kunnu vera nógvar, og tær eru ymiskar. Tað kann verða orsakað av sosialum mistrivnaði, fakligum avbjóðingum ella onkrum heilt øðrum. Ofta sæst tó, at tað eru fleiri faktorar, ið spæla inn, og gera seg galdandi, tá næmingurin ikki vil í skúla.
Hyggja vit at tímatalinum, sum næmingar eru í skúla, so er eingin ivi um, at hetta tímatalið er alt ov høgt, og er óivað ein orsøk til strongdar næmingar. Umframt høga tímatalið, so má sjóneykan setast á floksstøddina, tí tað kann vera sera møtimikið hjá einum barni ella einum ungum, sum frammanundan stríðast, at fyrihalda seg til upp til 25 floksfelagar. Og fyri læraran er uppgávan ómøgulig at skula taka sær av flokkinum, umframt at skula taka sær av næminginum við skúlaaftran. Afturat tí omanfyrinevnda, so verða krøv sett næmingununum, óansæð, hvørjum pallum, teir ferðast á. Tað er ikki løgið, at børn og ung kenna seg strongd, og at tað gongur út yvir trivnað, tað fakliga og eisini, tíverri, viðhvørt endar við skúlaaftran.

Eg meti ikki, at vit lærarar, sum hvønn dag eru úti á gólvinum í fólkaskúlanum, eiga ábyrgdina av at næmingarnir stríðast við eitt nú skúlaaftran. Trupulleikin er oman fyri okkum. Tað eru krøvini, sum verða sett næmingunum í dag, og tímatalvan, sum er alt ov rúgvismikil, ið eru viðvirkandi til avbjóðingarnar, sum tey stríðast við, og sum vit úti á skúlunum hvønn dag stríðast við at loysa. Vit gera tað, sum vit megna, men tað tykist sum viðleikarin hjá okkum ikki altíð er á okkara liði.

Vit mugu bøta um umstøðurnar í fólkaskúlanum, so fólkaskúlin gerst eitt stað, har øll kunnu virka, trívast og læra. Vit lærarar fáa gjørt ein part fyri, at hetta eydnast, men tað er sera týdningarmikið, at øll tey, sum eru oman fyri okkum, tann politiski myndugleikin, geva sær stundir og geva sær far um allar tær avbjóðingarnar, sum vit hvønn dag royna at loysa. Játtan má latast til fólkaskúlaøkið og eisini til teir stovnar, sum vit lærarar skulu venda okkum til, tá okkum tørvar hjálp.

Fyrr enn tey skilja hetta, og atgongd og røtt amboð eru til taks, verða tað enn fleiri næmingar, sum ikki megna at møta í skúla, og enn fleiri lærarar, sum møta ørkymlaðir í skúlanum, tí teir ikki vita, hvussu teir skulu lofta og loysa avbjóðingarnar.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni