Tíðindi/Greinar
04.08.2020
Seinastu árini eru nógvar broytingar farnar fram í fólkaskúlanum. Onkrar av hesum broytingum hava við lærugreinatímatalið hjá næmingum at gera. Í framhaldsdeildini merkist hetta væl. T.d er ein tími komin afturat í alis- og evnafrøði í 8.fl. og 9.fl., so næmingarnir hava 3 tímar um vikuna í hesari lærugrein, har teir annars høvdu 2 tímar um vikuna í nógv ár. Í framhaldsdeildini er samfelagsfrøði eisini nýggj lærugrein, sum er 2 tímar um vikuna.
Tað sigur seg sjálvt, at tá ið tað bara verður lagt afturat, og einki verður tikið burtur, verður skjótt fult, og tað, haldi eg, kann sigast um støðuna í løtuni. Tí hava vit so eisini í huga, at næsta skúlaár verður lærugreinin týskt krav á hugbreyt á miðnámi, gerst tað bara uppaftur trongligari. Næmingar, sum eru málsligir, velja helst týskt, og teir, sum ikki rættiliga vita, um teir skulu velja náttúrubreyt ella hugbreyt á miðnámi, vilja ofta binda um heilan fingur og velja tí týskt.
Úrslitið av hesum er, at næmingar í summum førum kunnu enda við at hava upp í 39 tímar um vikuna! Kravdu lærugreinarnar telja 30 tímar, og so koma vællærugreinarnar afturat. Tey allarflestu velja alis- og evnafrøði, sum er 3 tímar, og nógv hava eisini valt týskt næsta skúlaár, tí tað er blivið krav á hugbreyt. Skulu næmingarnar so harafturat hava okkurt, sum ikki er bókligt, t.d. heimkunnleika, tónleik ella smíð, sum er 2 tveir tímar um vikuna, eru vit uppi á 39 tímum.
Eg veit væl, at ein broyting bleiv gjørd í fólkaskúlalógini í fjør, sum ger, at 2 tímar kunnu takast burturav hjá øllum flokkum eftir ávísum reglum, men tímatalið er kortini høgt, um tveir tímar verða tiknir burturav onkrastaðni. Í sama viðfangi kann eisini nevnast, at reglurnar við at taka 2 tímar burtur av onkrum lærugreinum hava onnur ivamál við sær. T.d. tá ið ein tími verður tikin burtur av lærugreinini søgu, sum bara er 2 tímar um vikuna. Tá skulu lærarar og næmingar ígjøgnum pensum upp á hálva tíð. Tað tykist ikki væl gjøgnumhugsað.
Tað manglar ein ætlan, hvørjar lærugreinar vit vilja hava í fólkaskúlanum, og hvussu nógv tær skulu fylla. Broytingarnar, sum eru farnar fram síðstu árini, eru óivað gjørdar í góðari meining, men tær hava ikki verið gjørdar út frá einari heildarætlan, og tað manglar. Ein avleiðing av tí er so, at næmingarnir í framhaldsdeildini hava ein ógvuliga langan skúladag. Tá ið áttandi tími byrjar um hálvgum trý, er sjáldan nógv bensin eftir á tanganum. Tað siga so mínar royndir.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan