Tíðindi/Greinar
05.08.2021
Í skúlunum arbeiða vit við at laga undirvísingina til einstaka næmingin. Fyri at røkka hesum máli er seinnu árini økt um serundirvísingina. Vit hava fingið lærarar, ið eru útbúnir innan sernámsfrøði, samstundis sum serlærarar, lesivegleiðarar, orðblindalærarar og støddfrøðivegleiðarar, øll hava fingið serstaka útbúgving innan serøkið.
Tað eru ymisk viðurskifti, ið gera, at næmingar hava tørv á serundirvísing. Onkur næmingur hevur sjúku, sum ger, at hann ikki er fult virkisførur, onkur hava fakligar avbjóðingar, ímeðan onkur hevur sosialar avbjóðingar. Helst eru eisini fleiri orsøkir til, hví næmingur hevur tørv á sertilboði. Felags fyri tey, ið ganga í skúla undir serligari skipan, er, at tey hava eina serskilda læru- og menningarætlan.
Tað er Sernám í samstarvi við leiðsluna á skúlanum, næmingin og foreldrini, ið metir um tørvin hjá næminginum. Eftir at avgerð er tikin um, at næmingur hevur tørv á sertilboði, verður gjørt av, um tilboðið skal vera serlig undirvísing ella sernámsfrøðiligur stuðul.
Miðast skal ímóti, at næmingar í so stóran mun, sum tað letur seg gera, eru inkluderaðir í flokkinum. Skal hetta lata seg gera, er tað í nøkrum førum brúk fyri námsfrøðiligum stuðli. Hetta kann til dømis vera, um næmingurin hevur skerdar kropsligar ella sosialar førleikar. Er tørvur á sernámsfrøðiligum stuðli, er tað fyri at hjálpa næminginum at vera partur av undirvísingini. Ikki at undirvísa næminginum, ella at lesa ella rokna við næminginum, men at vera um næmingin, so at hann fær verið í flokkinum og við í undirvísingini og ikki órógvar aðrar næmingar.
Í fleiri førum er tað ikki sernámsfrøðiligum stuðli, næmingurin hevur tørv á, men heldur einum serligum undirvísingartilboði. Serligu undirvísingartilboðini eru t.d. tey átøk, har næmingar ein part av tíðini verður undirvístur uttan fyri floksstovuna – einsamallur ella í smærri bólkum. Hetta kunnu vera einstakir tímar ella í styttri tíðarskeið, har undirvíst verður í ávísum evnum ella lærugrein, har umstøður eru at passa undirvísingina til tørvin hjá tí einstaka. Sernámsfrøðilig átøk verða sambært kunngerð lisin av lærarum.
Fólkaskúlalógin ásetir, at næmingar, ið hava tørv á serligum tiltøkum, ella sum ikki fáa nøktandi úrslit í vanliga undirvísingartilboði skúlans, fáa serundirvísing og/ella sernámsfrøðiligan stuðul. Serundirvísing verður tí veitt teimum næmingum, ið ikki fáa nøktandi úrtøku úr vanligu undirvísingini. Førleikastovan, leiðslan og avvarðandi lærarar/toymi saman við Sernámi skipa hesa undirvísingina, og sambært kunngerð verður serundirvísingin lisin av lærarum.
Tað er ymiskt, hvussu sertilboðini verða skipað á skúlunum. Sambært kunngerðini um serundirvísing í fólkaskúlanum eru tað lærarar, ið eiga at skipa alla serundirvísing í skúlunum, ímeðan pedagogar kunnu røkja sernámsfrøðiligu stuðulsuppgávurnar, ið kunnu veitast teimum næmingum, ið hava tørv á stuðli fyri at vera partur av floksundirvísingini. Vit síggja tíverri meira til, at pedagogar verða settir at lesa og rokna við børnunum, ið hava tørv á serligari undirvísing. Hetta er beint í andsøgn við kunngerðina, ið ásetir, at tað eru lærarar, ið skulu undirvísa børnunum. Tað er heldur ikki nøkur góð loysn fyri næmingin, tí at teir næmingar, ið hava truplast við at læra at lesa ella rokna, hava tørv á undirvísing frá dugnaligastu og best útbúnu lærarunum og ikki einum stuðli, ið ikki er útbúgvin í undirvísing í t.d. lesing ella rokning.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan