Tíðindi/Greinar

26.05.2020

Skerda undirvísingin givið øðrvísi møguleikar

Sjálvandi kunnu vit vóna, at nýggja innlitið í tøknina, og hvussu hon kann brúkast í undirvísingini, verður sjónlig framyvir. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Ikki kann sigast annað enn, at tað hava verið nógvar broytingar í arbeiðsumstøðunum seinastu tíðina. Hetta hava lærarar tikið til sín og hava lagað seg til nýggju umstøðunum so hvørt. Frá at undirvísa fulla tíð, til at sita heima og á tann hátt fáa samband við næmingar og foreldur, kann sigast at vera ein stór broyting. Tá skúlin partvís læt uppaftur, vóru tað nógv, ið undirvístu bæði heima og í skúlanum. Teams hevur fingið heilt fitt av nýggum brúkarum, og vit kunnu fegnast um, at hesin møguleikin var til staðar. Tóri Slættalíð, KT-ráðgevi á Námi, hevur gjørt sítt til, at hetta eydnaðist væl.

Sjálvandi kunnu vit vóna, at nýggja innlitið í tøknina, og hvussu hon kann brúkast í undirvísingini, verður sjónlig framyvir. Tøknin er komin fyri at verða, hoyra vit mangan, so gott hevði verið, um vit gjørdu nyttu av hesum nýggja arbeiðsmøguleikanum. Tað hevur verið tosað um, hvussu ídnir lærarar hava verið at ogna sær vitan á tøkniliga økinum, og um, hvussu væl hetta hevur hepnast.

20. apríl fóru vit varisliga aftur í skúla. Bara yngstu næmingarnir komu í skúla, og teir skuldu bólkast soleiðis, at í mesta lagi 10 vóru í sama undirvísingarhøli. So nógv sum til bar av undirvísingini skuldi vera uttandura, fyri at minka sum mest um smittuvandan. Samstundis, sum stórur dentur skuldi leggjast á at vaska hendur og spritta.

Tað vóru avgjørt stórar tillagingar, ið skuldu gerast. Eisini hesum abjóðingum tóku lærarar og leiðslur væl ímóti og fóru hugagóð til arbeiðis. Sjálv haldi eg ikki, at vit hava hoyrt nógv um tað megnar arbeiðið, lærarar og leiðslur løgdu í, fyri at fáa best møguligt burtur úr hesum undirvísingarmøguleikunum.

Eg velji at kalla hetta undirvísingarmøguleikar heldur enn skerda undirvísing, tí har eg arbeiði, var tað áhugavert at síggja, hvussu lærararnir valdu at hyggja at øllum møguleikunum, heldur enn forðingum. Tað varð lagdur dentur á alt tað, vit kunnu, nú vit hava so fáar næmingar, og alt tað vit kunnu gera, nú vit skula vera meiri úti. Tey hava arbeitt við føroysku náttúruni, staðarnøvnum, list, føroyskari søgu, bygdasøguni og mongum øðrum. Ikki tí, hetta ikki er partur av ”vanligu” undirvísingini, men umstøðurnar gjørdu, at arbeiðið lættliga kundi gerast øðrvísi. Við so fáum næmingum er lættari at náa øllum, og nógv meiri fæst burtur úr tíðini.

Vónandi fara vit framyvir at hoyra eins nógv um vinningin við at hava færri næmingar pr lærara, sum vit fara at hoyra um tøkniliga framburðin, sum henda koronatíðin hevur havt við sær.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni