Tíðindi/Greinar
19.09.2023
Eitt av høvuðstilmælunum í álitinum um broytingar í fólkaskúlalógini, sum bleiv handað landsstýrismanninum 24. mai í ár, var tilmælið um førleikamenning, sum, verður sagt, er ein fyritreyt fyri, at skúlin bæði kann skipa samlæring og eina fjølbroytta undirvísing, har dentur verður lagdur á bæði bókligu, handaligu og skapandi lærugreinarnar, umframt fjølbroyttar arbeiðshættir.
Í síðstu viku var eg á skeiði á Setrinum saman við trimum øðrum lærarum í smíð, alla vikuna í 35 tímar. Dugnaligur og sera royndur svii var komin til Føroya at hava skeiðið. Stak góð og gevandi vika, skal sigast. Tað heldur fram eina viku í november. Hetta modulið, sum ætlandi bert er fyrsta av seks, gevur 5 ECTS-stig.
Tað er sjálvsagt gott, at Nám ár undan ári skipar fyri nógvum ymiskum smærri skeiðum, oftast ein dag til longdar, sum eyka íblástur og innlit av ymiskum slag í ymiskum lærugreinum. Tað nøktar bara oftast ikki grundleggjandi tørvin um førleikamenning.
Tí er tað sera gott og avgerandi neyðugt, at Setrið eisini javnan bjóðar viðkomandi eftirútbúgvingar og skeið út. Í ár bjóðar Setrið linjugreinalestur sum eftirútbúgving í søgu og samtíð umframt í donskum. Men slík skeið krevja nógv av tí lesandi. Eitt nú er skúlagongd tríggjar ferðir um vikuna alt árið. Tað kostar eisini nakað, men tað má skúlin so ella so gjalda fyri.
Umframt linjugreinalestur bjóðar Setrið í ár eisini grundskeið í sernámsfrøði. Undirvíst verður umleið ein dag um mánaðin, níggju ferðir í alt. Skeiðið gevur atgongd til víðari framhaldslestur í sernámsfrøði, sum eftir ætlan verður bjóðað út lestrarárið 2024/2025. Hugaligt at frætta, at einir 30 luttakarar eru á skeiðnum.
Eisini ber til, sum sagt, at menna sínar førleikar sum smíðlærari. Í samstarv við Gøteborg Universitet bjóðar Setrið stakskeið í smíð. Skeiðið kann skipast saman við arbeiðinum, tí tað eru einans tvær vikur hvørja lestrarhálvu, har undirvísingin burturav er á Setrinum, men annars er lestnaðurin sjálvstøðugt arbeiði og uppgávuloysing partur av skeiðnum. Hetta síðsta er annars sera avmarkað, skal sigast. Eitt gott við skeiðnum er, at ikki er neyðugt at vera við øll modulini. Annað er, at tað fevnir sera breitt, við tað, at tað er bæði fyri royndar og óroyndar smíðlærarar. Og um onkur luttakari ynskir at fáa ein ávísan praktiskan førleika, er møguligt at koma á tað modulið ella undirvísingargongdina. Skeiðið er í heila tikið skipað sera praktiskt. At geva luttakarunum praktiskar teknikkir, hugskot og førleikar er kjarnuøkið. Bert spell, at vit bert eru fýra á skeiðnum. Men pláss eru fyri fleiri.
Stóri spurningurin annars, nú Setrið bjóðar førleikamenning, er so, hvussu hesi fólkini skulu lønast framyvir. Tað má so ella so løna seg fíggjarliga at hava serførleikar á ávísum øki, tá ið tú arbeiðir á hesum øki. Hetta kom tíverri ikki í rættlag seinast farið varð undir at serútbúgva lærarar. Vit síggja úrslitið í dagsins skúla. Serlærarar bara fækka. Her má vend koma í. Men tað skal gerast rætt og við varsemi. Her má koma ein føst skipan beinleiðis í lønarsáttmálan, hvussu hetta verður skipað framyvir. Skoytast kann uppí her, at eisini flokslærarar skulu hava eyka samsýning fyri teirra stríð og ábyrgd. Men alt hetta er sjálvsagt ymiskt av tí, sum nevndin hevur í mentu, nú samráðingar eru við Fíggjarmálaráðið.
Tað er annars næstan ár síðani, at sáttmálin fór úr gildi, so burðurin hevur verið tungur, má sigast. Men vit fara so aftur til samráðingarborðið hósdagin. Ein nøktandi sáttmáli skal so ella so í hús. Vónandi um ikki alt ov langa tíð.
Annars heldur smíðskeiðið fram í viku 45. Tá er ein sjálvsagt við aftur..
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan