Tíðindi/Greinar
30.11.2021
Hvør annar enn ein sjálvur kann gera av, hvussu sjúkur ein er? Og tá ið ein er sjúkur, t.d. av koronu, er ein so ikki sjúkur, hvørki meira ella minni?
Omanfyri nevndu spurningar renna einum til hugs, tá ið vegleiðingin hjá Fíggjarmálaráðnum, Vegleiðing um starvsfólka- og lønarviðurskifti í sambandi við COVID-19 (galdandi frá 15. september 2021), verður lisin. Henda vegleiðing viðger t.d. løn og sjúku hjá starvsfólkum í sambandi við koronu. Har stendur m.a: “Hevur eitt starvsfólk fingið staðfest COVID-19, eru vanligu reglurnar viðvíkjandi sjúku galdandi”, men so stendur eisini: “Hevur starvsfólkið eingi sjúkraeyðkenni, hevur starvsfólkið skyldu at arbeiða heimanífrá, um arbeiðsuppgávurnar loyva tí.”
Hvat er hetta fyri nakað? Ert tú sjúkur, so ert tú sjúkur. Punktum. Hví skulu lærarar føla seg illa við av at verða blivnir sjúkir við koronu? Tað er nóg ringt í sjálvum sær at blíva sjúkur. Eingin ynskir at blíva sjúkur. Tað er barnalærdómur. At trýsta ein sjúkan lærara at arbeiða og undirvísa heimanífrá og geva honum ringa samvitsku, tí hann er sjúkur, er púra burturvið og hoyrir ongastaðni heima.
Tá ið slík boð verða send, fer ein at undrast. At skúlarnir kring landið eru raktir av koronastøðuni, er púra greitt. Summi øki meir enn onnur. Skúlar og lærarar hava av tí sama verið noydd at laga sítt virksemi til eftir hesum broyttu og øðrvísi umstøðum og gera sjálvsagt sítt allarbesta. Í allarflestu førum hevur gingið væl. Og tað er ikki, tí at tað bara hendir av sær sjálvum, men heldur tí at lærarar eru nærlagdir og duga ómetaliga skjótt og væl at tillaga sítt virksemi, soleiðis at skúladagurin gongur so smidliga sum gjørligt. Hetta eigur ongantíð at verða undirmett, tí tað er ein sonn dygd og skal ikki takast fyri givið.
Tí gevur tað ikki meining at koma við slíkum boðum, sum sáa iva um, hvussu sjúkur onkur er. Ella kanska um viðkomandi er nóg sjúkur. Kanska sær onkur sær ein møguleika at spara nakrar krónur við at fáa sjúk fólk til arbeiðis, men tað er ein sparing eftir reyv. Um vit fara at stigbenda sjúku, hvar enda vit so? Tá ið tú ert sjúkur, er sjálvandi umráðandi, at tú fært frið til at koma fyri teg aftur. Tað hjálpir so í øllum førum ikki, at onkur illgitir, um tú nú yvirhøvur ert sjúkur, ella hvussu sjúkur tú í grundini ert. Úrslitið er heldur tvørturímóti, at tað tekur longri hjá einum at koma fyri seg, tá ein fær ikki neyðuga friðin til at koma fyri seg aftur.
Øll munnu vit ynskja okkum ein vanligan gerandisdag aftur, har korona ikki setur dagsskránna. Vónandi verður tað skjótt. Og vónandi fara vit ikki at hava fleiri støður sum hesa, har spurnartekn verður sett við, hvussu sjúkur tú ert. Tað er ein grundleggjandi rættur at kunna vera burtur frá arbeiði vegna sjúku, og tað eiga øll sjálvsagt at virða. Í longdini er heldur yvirhøvur eingin ivi um, at tað gagnar okkum øllum.