Tíðindi/Greinar

20.11.2023

Sjeyndi flokkur kann vera ein knortlut yvirgongd

Gott arbeiðslag er altavgerandi fyri at koma ígjøgnum pensum, men tað makta tíverri ikki allir næmingar. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Fortreytirnar og útgangsstøðið eru sum kunnugt sera ymiskar kring landið, hvat skúlabygnaði og stødd viðvíkur. Summir skúlar eru stórir og aðrir smáir. Summir hava bara 1.-3. flokk, aðrir upp til 5., 7., 9. og nakrir eisini 10. flokk. Fleiri skúlar hava meira enn ein árgang inni í skúlastovunum í senn. Tveir meginskúlar eru, har bara eldri næmingar ganga. Í skúlunum, har eg hava havt mína dagligu gongd, Tórshavnar Kommunuskúla og nú Skúlanun á Fløtum, hava vit havt langa siðvenju við stórari framhaldsdeild. Tað var serliga tí, at næmingarnir frá Sankta Frans komu til okkara eftir 7. flokk. Harumframt komu næmingar eisini í tíðarskeiðum av Velbastað og Kirkjubø og úr Adventistaskúlanum. Og tað var ikki altíð so lætt, hvørki fyri næmingar ella lærarar. Sera nógvir nýggir næmingar í einum nýggjum umhvørvi við aðrari mentan og siðvenju. Men tað gekk, og gongur enn, onkursvegna. Yvirgongdin hevur altíð verið spennandi og oftast jalig, um enn onkuntíð avbjóðandi.

Men einki stendur, sum kunnugt, í stað. Alt broytist. Ein størri broyting nú, her í Havnini á skúlaøkinum er, at Sankta Frans skúli fær hádeild. Ella rættari, 8. og 9. flokk. 7. flokk hevur Sankta Frans skúli altíð havt. Ein stór og spennandi nýggj avbjóðing fyri skúlan, har m.a. nýggur bygningur verður reistur til hádeildina. Góðan byr og hepna hond, tit í Sankta Frans skúla.

Annars hevur 7. flokkur, og partvís 8. flokkur eisini, altíð verið eitt serligt tíðarskeið. Tað er eins og ein yvirgongd frá tí meira kendu og siðbundnu barnamentanini í miðdeild til eina meira ungdómsmentan í hádeild. Og 7. flokkur er so har ímillum onkustaðni. Ein fót í hvørjari legu. Flestu næmingar megna og duga tó hetta spælið væl og fóta sær skjótt millum tey størru, men soleiðis er ikki altíð. Ein avbjóðing er, at fakligu krøvini økjast munandi, eins og tímatalið veksur. Og tí kemur tað ofta til skarpskeringar serliga í 7. flokki, at næmingar ikki klára tann fakliga partin, ofta tí, at arbeiðslagið er, og ofta hevur verið svikaligt í fleiri ár og nú stendur á. Summir næmingar klára at gera alt liðugt í skúlanum og eru annars sera sjálvbjargnir, ímeðan fleiri hava væl av heimaarbeiði, sum er at kalla nýtt fyri fleiri næmingar. Hetta viðførir eisini høvuðbrýgg hjá fleiri foreldrum. Tey duga ofta ikki at hjálpa sínum barni. Her kundi ein loysn verið lektiuhjálpin, sum fleiri skúlar hava aftan á skúlatíð. Men næmingar tíma ofta ikki ella hava ikki tíð til tað, siga teir. Í okkara skúla er ein partur av loysnini, umframt lektiuhjálp, førleikabýtt undirvísing í 8. og 9. flokki í føroyskum, enskum og støddfrøði. 

Gott arbeiðslag er altavgerandi fyri at koma ígjøgnum pensum, men tað makta tíverri ikki allir næmingar. Og her er tað serliga summir dreingir, sum onkursvegna halda, at tað er í lagi, í tíð og úrtíð at sussa ella at rópa ymiskt ímillum sín í tímanum, um eitthvørt, sum einki hevur við skúlan at gera. Lærarin manar hetta sjálvandi í jørðini, men tað poppar skjótt upp aftur. Hetta bæði troyttar og irriterar ikki minst hinar næmingarnar. Og summir næmingar trívast stutt sagt als ikki í slíkum ófriði, fyri ikki at siga slíkum gangi, og tí skal slíkt takklast skjótt og rætt, so tað fær ein enda. Tíbetur er hendan støðan við afturvendandi vasi og órógv eitt tíðarskeið, sum aloftast gongur yvir fyrr ella seinni. Til næmingarnir síggja álvaran og týdningin í at læra nakað.

Men tá so aðrar avbjóðingar eisini eru, kann uppgávan gerast meira enn møtimikil hjá sjálvt tí mest roynda læraranum. Her er serliga talan um avbjóðingar við trivnaði, ringum atburði, happing, ADHD og næmingar við øðrum móðurmáli enn føroyskum. Her má flokslærarin í tøttum samstarvi við flokstoymið, førleikastovuna, leiðsluna og heimini arbeiða miðvíst við at fáa tingini í rættlag. Tað er avgjørt ikki ein løtt uppgáva, men hon má loysast. Ella kann flokkurin í ringast føri syndrast. Næmingarnir hava betri uppiborið.        

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni