Tíðindi/Greinar
20.03.2024
Í vikuni var eg eitt rend niðri í 3. flokki og avloysti tveir tímar í støddfrøði fyri starvsfelaga, ið hevði forfall. Slíkt, sum jú kemur fyri av og á. Vanliga undirvísi eg bara í hádeild, so eg kendi als ikki flokkin. Men tað bleiv ein fín uppliving. Stak fitt, dugnalig og skilagóð børn, var mín greiða fatan.
Má viðganga, at meira kundi komið burturúr, hvat støddfrøði viðvíkir. Tey høvdu góðan hug at práta um leyst og fast, og tað dugdu tey eisini stak væl. Altíð stuttligt at hoyra børn kjakast og siga frá, serliga tá ið tey eisini duga at geva hvørjum øðrum tíð og rúmd. Ikki minst í yngru flokkunum.
Men so við og við legði eg merki til eina gentu, sum sýntist eitt sindur ørkymlað. Sjálvt um hon sýntist at trívast, var tað eins og hon ikki skilti, hvat gekk fyri seg. Hon skilti í grundini einki av tí, ið sagt var. Men eftir, at eg helt meg hoyra hana siga nøkur eystureuropeisk orð, legði eg skjótt tvey og tvey saman.
Hon vísti seg at vera, sum eg eisini gitti, úr Ukraina. Hevur gingið í flokkinum í skjótt hálvt ár, men føroyskt er enn sera trupult fyri hana. Eg hugsaði, neyðars genta. Sita í einum flokki, dag út og dag inn og skilja einki. Tað má vera sera hart og einsligt.
Men hendan gentan er einki eindømi. Í Breddanum herfyri kom fram, at einir 120 næmingar í fólkaskúlanum als ikki duga føroyskt. Umframt øll tey, ið hava meira og minni trupulleikar við málinum, ella hava føroyskt sum annaðmál, sum eisini er eitt sera stórt tal. Og alt bendir á, at avbjóðingin stendur við og veksur, nú Fast Track-skipanin verður nógv nýtt at fáa fremmandafólk til landið, umframt at fleiri flóttar koma úr Ukraina.
Hesi skulu sjálvsagt vera hjartaliga vælkomin, men stóra avbjóðingin er, at vit innrætta ikki samfelagið samsvarandi. Vit halta bara so dánt aftaná.
At fáa børn inn í fólkaskúlan úr fleiri ymiskum heimsheraðshornum, uttan at geva teimum og flokkinum annars tilsvarnandi nøktandi umstøður, er ofta ein sera trupul støða, fyri ikki at siga ábyrdarleys. Her má stór og yvirskipað orka leggjast í økið, fyri at nøkta tørvin, sum annars støðugt økist og eisini broytir skap.
Helst var tað ein feilur frá politiskari síðu, ikki at taka økið við fremmandamælingum við í álitið um broytingar í fólkaskúlalógini, ið landsstýrismaðurin fekk handað í mai í fjør. Gott hevði verið at havt tað tilmælið nú at sett út í kortið við. Skilji tó á lagnum, at Djóni N. Joensen ætlar, at fakbólkurin, sum gjørdi álitið, skal halda fram við at gera tilmæli um, hvat skal gerast serliga á serøkinum umframt á økinum við føroyskum sum annaðmál. Hetta ljóðar gott, og vónandi fer bólkurin at arbeiða bæði skjótt og væl, tí tað hevur skund. Vit mugu hava fakfólk at lýsa málið yvirskipað, tí økið er so stórt og fløk. Tørvurin má lýsast út í æsir, og eisini má bókurin koma við boðum um tilsvarandi dygdargóðar loysnir.
Í fólkaskúlanum hava vit fleiri ymiskar avbjóðingar á økinum. Eitt nú verður hugtak nýtt í aktuella kjakinum, sum verður nevnt FSA (føroyskt sum annaðmál). Í fólkaskúlanum átti tað heldur at itið FSADST (Føroyskt sum annað mál og danskt sum triðja mál). Dugu tey ikki danskt, klára tey ikki miðnám. So avbjóðingin er stór.
Trýstið økist bara úti í skúlunum, og tilsvarandi tørvurin á skipanum, sum kunnu lofta teimum fremmandmæltu, bæði hvat undirvísingartilfarið, tímum, faklærarum og umstøðum annars økist samsvarandi. Tí má landsstýrismaðurin raðfesta økið ongantíð ov skjótt.
Tá summarfrítíðin nærkast, vóni eg, at gentan í triðja flokki skilir eitt sindur av føroyskum. Eins og hini 120 kring landið, ið enn heldur einki skilja. Tað hava tey uppiborið.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan