Tíðindi/Greinar
21.07.2022
Tosar tú við fólk flest um gamlar dagar og skúla, so svitast næstan ikki, at onkur góð útferð verður nevnd. Og tað er at kalla altíð í jaligum vendingum, at slíkir túrar verða umtalaðir. Fólk minniast túrarnar sum nakað gott og gevandi alt lívið.
Í hesum døgum hevur, enn sum áður, ein ørgrynna av næmingum verið kring landið á seturskúla. Ja, helst heilt úr Sumba til Viðareiðis og úr Mykinesi til Fugloyar. Hesir túrar hava alstóran týdning, tí teir hava so nógv at týða fyri flokkin og næmingarnar. Serliga sosialt, men so sanniliga eisini fakliga. At so vit lærarar at kalla ikki fáa blund í eyguni í einar 48 tímar, er bara nakað, ið hoyrir til og verður tikið við stívum armi. Lærarar fáa sanniliga eisini nógv jaligt við á slikum túrim. Tú lærir næmingarnar betur at kenna á so nógvan ymiskan hátt. Tað er eins og, at tú fært tað afturlønt við sera nøgdum, glaðum og ídnum næmingum, ið at kalla fleiri vikur aftaná.
Næmingarnir læra eisini ikki so lítið um staðið, teir koma til. Eitt nú um landafrøði, virksemi, mentanina og staðbundnar søgur og sagnir. Havi sjálvur óteljandi ferðir verið á seturskúla við næmingum kring landið. Í Vági, flestu støðum á Sandi, Skúgvoy, Vágunum, Mikladali, Klaksvík, Elduvík, Mykinesi fyri at nevna nøkur. Allir túrarnir hava verið ein góðir og væleydnaðir. Minnist einki annað.
Men eitt, sum tykist eitt sindur løgið í dag, í mun til fyri 10-20 árum síðani, er, at nú hava flestu skúlar neyvt orðað ein politikk, nær næmingar skulu á seturskúla, tvs. í hvørjum árgangi. Skilji, at fleiri skúlar siga, at næmingarnir fara á seturskúla í 2., 4., 6. og 8. flokki. Hetta var ikki vanligt fyrr, í hvørt fall ikki so skipað sum nú. Men hetta er enn eitt dømi um rák í dagsins skúlum, at leiðslur hava eina trongd at vera við í stórt sæð øllum og stýra niður í smálutir. Sjálvur havi eg verið á seturskúla við næmingum, øll 21 árini, eg havi verið lærari. Og tað ætli eg mær at halda fram við. Næminganir hava uppiborið tað eftir lokið drúgt skúlaár. Týdningurin av at enda skúlaárið við seturskúla kann ikki undirmetast. Foreldrini gjalda fegin um neyðugt, tí tey vita, hvat virði liggur í tí.
Annars er hugtakið námsferð við at fána burtur í dagsins fólkaskúla. Við námsferð, meini eg við túrar uttanlands. Gaman í, tað verður gjørt enn. Eitt nú árligi Berlintúrurin hjá NámX, ítróttabreytirnar á Skúlanum á Fløtum og fleiri aðrastaðni við. Tíbetur, vil eg avgjørt siga, tí tílíkir túrar hava ómetaligan týdning fyri trivnað og menning næminganna. Havi sjálvur gjøgnum árini verið 6 túrar uttanlands við næmingum. Í Íslandi, Orknoyggjum, Gøtuborg og Prag. Alt sera góðir túrur. Men fleiri ár síðan seinast. Hetta helst tí, at hugburðurin fyri nøkrum árum síðani broyttist kring landið. Tað bleiv ikki loyvt longur at fara uttanlands. Hetta fann eitt skúlastýri her í høvuðsstaðarøkinum uppá, og nógv tóku gleivbeint undir. Mantraið tyktist serliga vera at fara á seturskúlar í Føroyum heldur enn námsferð uttanlands. Men fortreytin er, eftir mínari meting, heilt skeiv. Annað útihýsir ikki hitt. Átti at verið seturskúla í Føroyum og námsferð. Helst seturskúlar fyrstu nógvu árini og so enda við námsferð uttanlands. Men sjálvsagt ikki nakað krav. Má vera upp til læraratoymið, hvat ber til og hvussu. Slíkir túrar skulu sjálvsagt vera so bíligir sum gjørligt, tí ymiskt er, hvat fólk hava ráð til til.
Góða summarfrí øll somul.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan