Tíðindi/Greinar
23.11.2017
Lærarar í fólkaskúlanum gera hvønn dag eitt munagott arbeiði at menna einstaka næmingin í samsvari við endamálsorðingina í fólkaskúlalógini. Hetta arbeiði er ein stór avbjóðing og ein týðandi liður í menningini av samfelagnum. Virkað verður fyri so at næmingurin trívist og mennist persónliga og í mun til felagsskapin, samstundis sum hann ognar sær fakligan kunnleika. Fakligi førleikin hjá næmingunum er ein súla í framtíðar samfelagnum; hetta sæst aftur í høgum raðfestingum av undirvísing hjá samfeløgum uttan um okkum, t.d. við PISA-kanningini og stórari fíggjarjáttan til skúla og gransking í læring og undirvísing.
“Professional Learning Communities”, stytt PLC, er ein arbeiðshugsan hjá undirvísarum, ið byggir á granskingarúrslit frá undirvísingargransking í USA. Henda gransking vísir á, hvussu samstarv millum lærarar um undirvísingina gagnar læringini hjá einstaka næminginum. Á føroyskum er hetta týtt til “Professionellur lærandi felagsskapur”, stytt PLF. Hendan granskingin hevur nógv ár baki í USA, men tankarnir eru nýggir í føroyska fólkaskúlanum.
Høvuðstankarnir í einum “professionellum lærandi felagsskapi” eru, at lærarar fara frá at arbeiða einsæris til at samstarva um at skipa og fremja undirvísingina grundað á eina felags visión. Í arbeiðinum er læringin hjá næminginum allatíðina í miðdeplinum, og lærararnir arbeiða eftir einum leisti at eftirmeta undirvísingina, so at teir kunnu taka felags avgerðir um komandi tiltøk. Um ein skúli arbeiðir eftir hesum tankum, vísa granskingarúrslit á munandi fakliga menning hjá næmingunum.
Leiðslan og lærarar í Eysturskúlanum gera sær í løtuni royndir við at arbeiða á hendan hátt. Arbeiðið byrjaði á ráðleggingardøgum á Viðareiði í november. Jóannes Miðskarð, ph.d. og adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu á Fróðskaparsetri Føroya, er fimur í ástøði um PLF; hann leiddi dagarnar og stuðlar arbeiðinum. Hann fer eisini at undirvísa á námsfrøðiligu leiðsluútbúgvingini í hesum sama.
Leiðslan og lærararnir í Eysturskúlanum hava orðað sær eina felags visión. Grundað á hesa eru lærararnir farnir í lærugreinatoymi á 2 til 4 lærarar, ið nú samstarva um undirvísingina hjá sínum flokkum. Leiðslan í skúlanum fylgir arbeiðinum spent og stuðlar tí við ráðgeving og at skipa arbeiðsdagin. Hesar fyrstu royndirnar eru ætlaðar at vara fram til skúlaársenda, tá mett verður um, hvussu arbeiðast skal víðari.
Royndin hjá Eysturskúlanum við PLF er eitt menningararbeiði millum fleiri av fólkaskúlunum kring landið. Hesar royndirnar hjá skúlunum eru av alstórum týdningi fyri menningina av føroyska fólkaskúlanum. Royndirnar, ið skúlarnir fáa frá sínum menningararbeiði, eru góðar hjá einstaka skúlanum, men enn betri hevði verið, um fleiri skúlar eisini fingu lut í hesum royndum. Tað hevði ført føroyska fólkaskúlan enn eitt fet fram á leið.
Grein hjá Richard DuFour um PLC:
http://www.allthingsplc.info/files/uploads/DuFourWhatIsAProfessionalLearningCommunity.pdf
PLF í Horsens kommunu:
www.tel.horsens.dk/Faglige_standarder/PLF