Tíðindi/Greinar

27.01.2021

Samstarv tekur tíð

Um ynskið er, at skúlin skal vera fjølsamansettur, at lærarar og næmingar arbeiða við evnum heldur enn í einstøkum fakum, so krevur tað broytingar á nógvum økjum innan skúlan. Tað er utopi at hugsa, at lærarar einsamallir kunnu lyfta hetta arbeiðið. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Í eini kanning, sum Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, hevur gjørt, síggja vit, at lærarar í sera lítlan mun arbeiða tvørfakligt ella tvørgreinaligt. Hóast kanningin ikki er heilt nýggj, so kunnu vit ganga út frá, at støðan er á leið tann sama í dag. Serliga áhugavert er útsøgnin hjá Erlu Olsen um at: ”Tvørgreinaligt samstarv hevur týdning, tí samfelagið er fjølsamansett, og vitan er fjølsamansett. Men skúlin er ikki fjølsamansettur; ístaðin er hann býttur sundur í lærugreinir, har tú hevur eitt evni í senn.”

Tað er ongin ivi ímillum lærarar, at so er, men tað er trupult at fáa tíð til at arbeiða tvørgreinaligt og tvørfakligt. Tað tekur tíð at samstarva, meiri samstarv krevur meiri tíð. Á flestu stóru skúlunum verður samstarvað, fleiri skúlar hava lærugreina- og flokstoymi. Tá eg havi verið á vitjan á skúlum og í mínum samskifti við lærarar runt um í landinum, er mín fatan, at lærarar ynskja at samstarva, arbeiða fjølbroytt og at hava ein fjølsamansettan skúla. Hetta er tó ikki so einfalt at føra út í verk. Lærugreinarnar hava allar eina ørgrynnu av førleikamálum, sum skulu røkkast. Hetta ger tað lættari og minni tíðarkrevjandi hjá lærarum at arbeiða sjálvstøðugt í einstøku lærugreinini. Skulu lærarar samstarva soleiðis, at undirvísingin verður fjølsamansett, sum eitt nú evnisarbeiði, krevur tað, at lærarar eisini samstarva um førleikamálini í ymisku fakunum. Hetta ger, at lærari, sum ikki er útbúgvin í onkrum faki, má hava førleikamálini í hesum faki við í sínum arbeiði.

Um ynskið er, at skúlin skal vera fjølsamansettur, at lærarar og næmingar arbeiða við evnum heldur enn í einstøkum fakum, so krevur tað broytingar á nógvum økjum innan skúlan. Tað er utopi at hugsa, at lærarar einsamallir kunnu lyfta hetta arbeiðið. Hóast tað, so kunnu góðar umstøður hjá lærarum broyta nógv. Har samstarvsarbeiðið er væl skipað, har toymi hava tíð ásetta til toymisabeiðið, sæst eisini eitt breiðari tvørfakligt samstarv. Samanumtikið er tvørfakligt arbeiðið ongin trupulleiki í fólkaskúlanum. Trupulleikin er, sum ikki einaferð, ein ov tepur játtan, tí tíðin, ið krevst til hetta arbeiðið, ikki er tøk. Seinnu árini hevur verið minkað um skrásetingar í virksemisætlanunum. Serliga eru tað tímar til ráðlegging, ið hava verið skerdir. Hetta eru júst teir tímarnir, ið skulu brúkast til samstarv. Tað ber snøgt sagt ikki til at minka um tíðina til samstarv, samstundis sum ynskið er at samstarvið økist.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni