Tíðindi/Greinar

16.08.2017

Samstarv – sjálvandi!

Í fleiri áratíggju hava lærarar arbeitt tætt saman við námsfrøðingum og hjálparfólkum. Hóast ivamál um eitt nú arbeiðsbýti og ábyrgd tykist tað sum um, at samstarvið hevur verið gott og gagnligt fyri børnini. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Í flestu førum hevur tað verið gagnligt fyri flokkar, at næmingar við serligum avbjóðingum eru í stovunum hvønn skúlatíma. Børn síggja tá veruleikan, sum hann er: at nógv hava ymiskt at dragast við, hava brúk fyri hjálp, og at hendan hjálpin fær einstaka barnið á røttu leið.

Men er tað nú altíð besta loysnin at gera, sum vit plaga? Tíðin er búgvin at eftirmeta skipanina við námsfrøðingum og hjálparfólkum í floksstovunum.

Tættari samstarv krevst

Tað eru nógvir træðrir í sambandi við stuðulsfólkaskipanina í fólkaskúlanum, sum mugu loysast, áðrenn skipanin er hóskandi; Leiðslur mugu fáa tíð og orku at menna samstarvið við námsfrøðingar og hjálparfólk; Arbeiðsbýtið millum lærara og námsfrøðing (ella stuðulsfólk) í mun til næmingin eigur at verða nágreinað gjøllari; og tímajáttanin til børn við serligum tørvi má hækkast, so at vit kunnu hava fleiri smærri flokkar við børnum, ið krevja meira.

Ein ynskistøða er, at størri skúlar hava 1-2 smærri flokkar, har lærarar og námsfrøðingar samstarva um børnini, ið hava ymiskar avbjóðingar.

Júst hetta er longu hent í verki. Eitt nú er verkætlanin í “Gula skúla”; hetta er í veruleikanum ein sólskinssøga, har lærarar samstarva um at menna børn við ymiskum avbjóðingum.

Onnur smærri serflokkatilboð eru; talan er nú um at gera serflokkar sum í Gula skúla á ymsum skúlum, men tíverri er játtanin í skrivandi løtu ov lítil til, at hetta kann setast í verk allastaðni í komandi skúlaári.

Forskúlaskipanin

Í landinum eru nú 8 forskúlar. Ein gleðilig gongd. Og sanniliga hava lærarar, námsfrøðingar og hjálparfólk arbeitt tætt og væl saman í hesari skipan. Havi sjálvur royndir við barni í forskúla, og tað er eingin ivi um, at bæði lærarar og námsfrøðingar dámar væl hetta samstarv.

Tó vantar ein felagslóg á økinum. Allar leiðslur, ið hava forskúla, arbeiða ymiskt viðvíkjandi reglugerð, ábyrgd og øðrum. Lærarafelagið hevur tætt samband við skúlar, ið hava forskúla, og tað er eitt felagsynski frá teimum, at vit seta okkum niður at orða eina forskúlalóg.

Spennandi verður at arbeiða við hesum, tí hetta samstarv er og verður til gagns fyri lærarar, námsfrøðingar, hjálparfólk og børnini.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni