Tíðindi/Greinar
18.04.2018
Av og á taka hesar nevndir eitt eyka tak og skipa so fyri, at onnur enn bara tað eina felagið fær gleði av tí virkisfýsni, ið valdar. Hetta hendi 9. og 10 apríl, tá Orðblindafelagið saman við MMR skipaði fyri einum tvey daga skeiði um hjálparamboð til lesi- og skriviveikar næmingar. Ta løtuna, tá tann innbjóðingin kom út, var eg sera stolt av at vera partur av eini virknari og eldhugaðari fjøld. Her hugsi eg bæði um tey, ið skipaðu fyri døgunum, men eisini tey, ið teknaðu seg. Tað vóru so nógv, ið vildu vera við, at neyðugt er við einum eykaskeiði í heyst. Hetta ber boð um vilja. Tí sjálv um karmarnir ikki eru so, sum vit kundu ynskt okkum, so vilja vit gera tað, vit kunnu við teimum kørmum, ið eru.
Tað eru stórir manglar, tá tosað verður um hjálpartól á føroyskum, men vit kunnu ikki sita hendur í favn og bíða, tí vit koma at bíða leingi. Sum forkvinnan í Orðblindafelagnum segði í ÚF, so hevur samstarvið við MMR verið positivt, og tað mugu vit byggja á. Tey serkønu mugu vísa á, hvar tørvurin er størstur, og tað arbeiði er í gongd. Sum eg fyrr havi sagt, so er samskifti lykilin til framgongd. Hetta er galdandi báðar vegir.
Tey, ið sita við vitan, mugu gera MMR varugt við, um tey meta, at tað haltar, og tá MMR ynskir broytingar, er skilagott at spyrja seg fyri hjá servitanini. Tað merkir ikki, at man altíð fær sín vilja, men tað eigur at fyribyrgja, at man fer av kós.
Nú ljóðar tað kanska soleiðis, at tey, sum ikki eru limir í einum undirfelag hjá FL, ikki eru eins eldhugað, men so er ikki. Um so var, hevði ikki verið neyðugt við einum eyka skeiði í heyst.
Í nógvum førum fær lærarin nógv meiri burturúr, enn hvat man kundi væntað, bert tí hann er eldhugaður og fegin vil fáa tað besta burturúr givnum umstøðum.
Undirnevndirnar gerast fleiri í tali, tí útbúgvingarnar leggjast afturat so hvørt. Hetta er at fegnast um, tí fólkaskúlin, bæði lærarar og næmingar fáa gagn av hesum.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan