Tíðindi/Greinar

26.10.2022

Rørsla og trivnaður hanga saman

Lærarar kunnu nú fara á skeið, soleiðis at teir eru betur skikkaðir at átaka sær rørslusteðgirnar. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Seinastu árini hevur Fólkaheilsuráðið skipað fyri ymiskum tiltøkum, sum skulu økja um rørslu bæði hjá børnum, ungum, vaksnum og eldri. Tað er altíð áhugavert, tá eldsálir arbeiða miðvíst við tí, sum tey brenna fyri. Úrslitini hava sum heild víst, at vit øll hava ágóðan av at venja og røra okkum. Sum eg skilji tað, hevur fótbóltur verið ein stórur partur av royndarverkætlanunum, sum hava verið, men óivað hevði annað bóltspæl verið við til at bøtt um fólkaheilsuna á jøvnum føti við fótbóltin.

Á skúlaøkinum hevur eisini verið tosað nógv um rørslu og tiltøk sum ”Fit first” og onnur eru sett í verk á onkrum skúlum, fyri at økja um rørslu og trivnaðin hjá børnunum. Nógv hevur verið frammi um, at børn í dag røra seg ov lítið, og tí má okkurt munagott gerast fyri at bøta um hetta.

Nýggjasta hugskotið, eg havi møtt, er rørslusteðgur í skúlastovuni. Lærarar kunnu nú fara á skeið, soleiðis at teir eru betur skikkaðir at átaka sær rørslusteðgirnar. Hetta fyri at betra um trivnaðin hjá næmingunum, samstundis, sum hetta stimbrar og mennir næmingarnar kropsliga og bókliga. Óivað er hetta eitt gott hugskot, nú fleiri ganga við uri, sum minnir tey á, tá tíð er at røra seg, soleiðis at vit ikki sita ov leingi í senn, og leiðbeiningin sigur, at vit helst skulu røra okkum eitt sindur hvønn tíma.

Sjálv havi eg roynt hesar rørslusteðgir í onkrum flokkum. Eg havi kenslu av, at hetta hjálpir næmingunum at hugsavna seg restina av tímanum, samstundis, sum tey gleðast um at sleppa at røra seg eitt sindur. Tá tað er sagt, so undrist eg á, at vit í einum framkomnum samfelagi við so hollari vitan innan trivnað, menning og rørslu hava broytt tímatalvuna hjá næmingunum soleiðis, til nú at hava ”tímar” á 90 min í staðin fyri 45 min. Eg havi roynt at spurt meg fyri, men tað vísir seg at vera trupult at finna nakran, ið kann vísa á, hví hetta er blivið soleiðis. Um hetta var ein royndarskipan, ella um onnur skilagóð frágreiðing liggur til grund fyri tímatalvunum í skúlunum, veit eg ikki. Men tað er ein sanroynd, at talið av næmingum, ið hava trupult við at trívast í skúlanum, økist.

Kanska kann tað hugsast, at tað at næmingar hava truplari við at hugsavna seg, er orsakað av krøvunum, vit seta. Tað er leingi hjá børnum, serliga í innskúlingini at hava undirvísing og skula hugsavna seg í 90 min. Eisini undrar tað meg, at eftir at vit hava tikið fríløtuna frá næmingunum, skulu undirvísast í, hvussu vit kunnu fáa fríløtuna inn í skúlastovuna. Tað er ikki nógv gransking á skúlaøkinum, men tað hevði eftir mínum tykki verið áhugavert at kanna, hvønn mun tað ger á læring og trivnað, um næmingar aftur fingu møguleika til frítt spæl eina ferð um tíman.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni