Myndasavn

Ráðstevna í Íslandi um útbúgving

Í døgunum 24.-26 mars var altjóða ISTP-ráðstevna í Reykjavík í Íslandi. ISTP stendur fyri International Summit on the Teaching Profession. Ráðstevnan í ár er tann fimtanda í røðini og snúði seg sum heitið sigur um lærarayrkið. Úr Føroyum luttóku Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, Katrin Dagsbjartsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, og Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Luttakararnir á ráðstevnuni komu úr 21 londum úr øllum heiminum; hvørt landið sær var umboðað av ráðharranum í undirvísingarmálum og forfólkum í fakfeløgum innan undirvísing; aftrat teimum vóru embætisfólk og lærarar. Harumframt vóru umboð frá OECD, Organisation for Economic Co-operation and Development, og EI, Education International.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan