Tíðindi/Greinar

13.10.2020

Rennidagurin – ein av fleiri øðrvísi døgum

Á okkara skúla er tað skipað soleiðis, at 10. flokkur hevur høvuðsábyrgdina av degnum. Flokslærarar og ítróttarlærarar hjálpa eisini til, men tað eru næmingarnir í 10. flokki, sum skipa dagin. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað eru nógv afturvendandi tiltøk í skúlanum, og eitt av teimum er árligi rennidagurin. Ymiskt er frá skúla til skúla, hvussu dagurin verður skipaður. Summir skúlar velja ein góðan dag í ávísari viku ella kanska ein góðan dag beint eftir summarfrítíðina, og uppaftur aðrir hava rennidagin fríggjadagin fyri heystfrítíðina. Hetta verður gjørt á skúlanum, har eg arbeiði.

Sjálvandi kann koma fyri, at veðrið ikki er til vildar júst hendan dagin, men sum oftast er veðrið ikki nøkur forðing. Á okkara skúla er tað skipað soleiðis, at 10. flokkur hevur høvuðsábyrgdina av degnum. Flokslærarar og ítróttarlærarar hjálpa eisini til, men tað eru næmingarnir í 10. flokki, sum skipa dagin. Tað merkir, at næmingarnir skulu standa fyri felags upphiting, so øll eru so klár sum gjørligt at renna teinin. Eisini standa standa næmingarnir í 10. flokki við teir ymsu postarnar á sjálvum teininum, har teir vísa, hvønn veg rennast skal. Og síðst, men ikki minst, standa 10. floksnæmingarnir eisini klárir á málstrikuni og taka ímóti øllum rennarunum við skreyt og skrúð, og rennararnir fáa skreytblað og medalju. Og so sjálvandi eisini twix og sunkist.

Hetta er ein av teimum øðrvísi døgunum í skúlanum, og hví skulu vit hava ein rennidag í skúlanum, tá ið næmigar í frítíðini hava so nógv at fara til, kann onkur kanska spyrja. Ja, tað er so tað, men eg haldi, at tað er ein góð siðvenja. Fyrst og fremst er rørsla góð fyri bæði sál og likam, og rennidagurin er ein dagur, sum næmingar og lærarar gleða seg til. Tað er gott at sleppa burtur frá tí vanliga gerandissjagginum og gera okkurt annað. Næmingarnir sleppa veruliga at pøsa seg, um teir hava hug til tað, og so halda teir tað ofta eisini vera stuttligt at síggja læraran í onkrum, sum líkist renniklæðum.

Mær dámar eisini væl hugskotið at fáa 10. flokk virknan ein slíkan dag. Tey vaksa við uppgávuni og ganga høgt uppí at fáa dagin so góðan, sum til ber. Tey hava áður sæð tey, sum eru eldri enn tey, skipað fyri degnum og hava glett seg til, teirra tørn kom at standa á odda.

Rennidagurin er bert eitt tiltak av fleiri, sum 10. flokkur stendur fyri á okkara skúla. Tey skipa eisini fyri jólahaldi fyri framhaldsdeild og lærarar, spæla sjónleik og harafturat hava tey eina várveitslu, einari sonevndari gallaveitslu, fyri framhaldsdeild og lærarar. Næmingarnir í 10. flokki ganga við lív og sál upp í hesar øðrvísi skúladagarnar, og tað er við til at gera 10. flokk áhugaverdari fyri tey, og sum oftast fáa tey eisini nøkur góð minni fyri lívið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni