Tíðindi/Greinar
20.06.2016
Lærarar kenna allir til, at næmingar kunnu gera ein bilsnan, bæði tí teir standa seg væl til próvtøkuna, men eisini tá illa gongst. Her hugsi eg um munnligu próvtøkuna. Tá er ein fyrimunur, um næmingurin dugir væl at orða seg, hevur gott sjálvsálit og -virði. Slíkir eginleikar kunnu gera, at teir fáa eitt høgt talmet, hóast teir ikki eru so fakliga sterkir. Hetta kemst av, at summir duga so væl at tosa fyri seg. Sjálvsagt ber ikki til at fáa eitt høgt talmet, um ein ikki er rættiliga stinnur fakliga, men tað ber meir enn so til at tosa seg til eitt stig hægri í talmetingini í mun til fakligan førleika.
Á sama hátt ber til hjá einum fakliga sterkum næmingi at standa seg illa til próvtøkuna og tosa seg til eitt stig lægri, ella enn verri, í talmetingini. Summir næmingar uppliva tað, sum um heilin fer í “svart” og finna ikki orðini, tá teir skulu greiða frá. Lærarin, sum roynir at hjálpa at koma í gongd, er oftast í villareiði, hvussu hann best kann stuðla næminginum. Ein svár støða.
Sambært Roger Hagen, sálarfrøðingi á Psykologisk Institut á tekniska og náttúruvísindaliga universitetinum í Noregi og granskara innan í stúran, betrar eitt sindur av próvtøkunervum ella próvtøkuangist um avrikið, meðan ov nógv angist darvar tí. Sambært honum er talið á næmingum við próvtøkuangist ikki vorðið størri við tíðini, hóast onkur kanska heldur tað, tí tað hevur verið til staðar líka leingi sum próvtøkan. Endamálið er ikki at taka alla óttan burtur, tí so ferst ein partur av tí góða eginleikanum við ótta í sambandi við próvtøku eisini. Tað er staðfest, at eitt sindur av ótta í próvtøkuni virkar eggjandi og fær okkum at gera meiri í framløgupartinum undir próvtøkuni. Tað er ikki óvanligt, at næmingar fáa katastrofuhugsanir, meðan teir fyrireika seg til ella undir sjálvari próvtøkuni, og harvið fáa eitt ringt upplivilsi, kanska enntá eitt ringt talmet. Tá eru bestu ráðini hjá Roger Hagen, at næmingurin eftirfylgjandi eftirmetir og hugsar støðuna ígjøgnum: hvat gekk galið, hvussu hugsaði eg um eitthvørt, var tað gott fyri meg at … og so framvegis og klárar at hugsa seg til, hvat kundi verið gjørt øðrvísi, og soleiðis dugir at “spæla” støðuna ígjøgnum umaftur, har hóskiligar broytingar eru framdar. Eisini er gott at venja próvtøkustøðuna, har onnur kunnu spæla lærari og próvtøkudómari, áðrenn endalig próvtøkan verður. Har støðan er serliga ring, er neyðugt at fara til sálarfrøðing fyri at fáa amboð, so ein kann basa tann oyðileggjandi partin av óttanum.
Í Føroyum eru næmingar vandir við próvtøkuna, bæði skrivliga og munnliga, áðrenn endaliga próvtøkan verður. Tey eru til roynd í ymiskum lærugreinum í juni mánaði í 8. flokki: fáa pensumslista at lesa, skulu skriva synopsu og líknandi, fáa lesiferiu, fáa próvtøkuspurning, fyrireikingartíð, síðan skulu tey leggja fram fyri bæði lærara og próvdómara og til seinast fáa tey eina talmeting fyri avrikið.
Hetta er ein góður máti at fyrireika tey til endaligu próvtøkuna, har tey fáa roynt seg og helst skulu megna at basa tí oyðileggjandi partinum av óttanum.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan