Tíðindi/Greinar
04.01.2024
Hvar eru nú allar tær politisku røddirnar, sum undan valinum søgdu fólkaskúlan hava so avgjørdan týdning fyri alt samfelagið? T.d. allir teir politikararnir, sum vóru við á pallborðsfundi á Læraraskúlanum, sum Føroya Lærarafelag skipaði fyri undan løgtingsvalinum í desember 2022. Gaman í verður mangt sagt og eisini lovað í einum valstríði, men at soðið skuldi vera so tunt, og at alt tosið bara var tað reina mjørkatos, man mangur undrast á. Ikki bara undirritaði.
Undir 3. viðgerð av fíggjarlógini løgdu Bárður á Lakjuni og Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum broytingaruppskot fram, at fólkaskúlin skuldi varðveita hesar 500.000 kr, men uppskotið fall við 14 fyri og 17 ímóti. Samgongan atkvøddi ímóti.
Tað er eisini í heila tikið púra burturvið, at tað skal koma til at snúgva seg um, at fólkaskúlin ikki skal verða skerdur, og neyðugt er at stríðast fyri at varðveita verandi játtan. Fólkaskúlajáttanin hevur staðið í stað alt ov leingi og skuldi sum tað mest sjálvsagda verið hækkað, men tað heldur politiski myndugleikin ikki. Tvørturímóti. Politiski myndugleikin velur heldur at taka 500.000 kr av fólkaskúlajáttini. Tað er sum at knokkroyta ein skallutan mann. Og sjálvt um 500.000 kr kanska ikki ljóða av so nógvum, so er tað eitt ógvuliga greitt og skakandi signal um, hvussu nógv, ella rættari sagt hvussu lítið, fólkaskúlin hevur at siga fyri politiska myndugleikan. Og fyri samlaðu fíggjarlógina eru hasar 500.000 kr bara ein dropi í havinum.
Og mitt í øllum hesum er eisini vert at hava í huga, at fyri stuttari tíð síðani var eitt gott og rúgvismikið álit um broytingar í fólkaskúlanum handað landsstýrismanninum í skúlamálum. Stór orka er løgd í álitið, og verða tilmælini í álitinum fylgd, kunnu vit veruliga flyta fólkaskúlan fram á leið. Tí er tað púra høpisleyst at skerja fólkaskúlan, samstundis sum ætlanin er gera stórar broytingar, t.d. at minka floksstøddina. Tað er næstan at halda fólk fyri gjøldur at gera tílík umfatandi álit, men tá ið tað so kemur til skarpskeringar, var alt bara lótir.
Staðfestast kann sostatt, at fólkaskúlin tíverri hevur fingið eitt skot fyri bógvin, nú farið er inn í nýggja árið. Vit falla kortini ikki í fátt, tí tíbetur er tað kortini soleiðis, at fólk flest eru góð við fólkaskúlan og standa saman um hann. Vónandi fara landsins politikarar eisini at virðismeta fólkaskúlan og gera tær íløgur í hann, sum eru alneyðugar.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan