Tíðindi/Greinar
31.07.2018
Tá PISA-úrslitini verða kunngjørd, hava vit ofta hug at samanbera okkum við onnur lond. Hvar liggja vit í mun til hini Norðurlondini, og hvussu sær okkara úrslit út sum heild.
Finnland hevur í nógv ár klárað seg væl í PISA-royndunum, og sjálvsagt skal man stíla høgt, tá man ynskir framgongd. Tað, sum ørkymlar meg, tá vit tosa um og samanbera okkum við hini Norðurlondini, er, at vit hyggja at úrslitunum, og ikki í nóg stóran mun, hvussu hinar skúlaskipaninar eru. Finnar hava eina skúlaskipan, ið er nakað øðrvísi enn okkara. Hóast tað ikki er eins á øllum skúlum, so er tað ofta soleiðis, at í teimum fyrstu árunum børnini ganga í skúla, hava teir ein lærara og ein hjálparlærara. Seinni undirvísa lærararnir í einari lærugrein. Tað vil siga, at støddfrøðilærarin undirvísir í støddfrøði, og finsklærarin undirvísir í finskum. Hetta ger, at lærarin hevur eina øðrvísi fyrireiking til tímarnar, og at lærarin við tíðini hevur eina holla vitan í sínari lærugrein. Tá vit samanbera okkara skúla við eina slíka skipan, so vera tað ómetalig nógvir smálutir, sum ikki kunnu sammetast. Vit hava ofta lærarar, sum undirvísa í lærugreinum, sum teir ikki hava sum linjulestur. Tað sigur seg sjálvt, at um úrslitið hjá lærarum við so ymiskum fortreytum skulu sammetast, so verður ójavnvág í, og vit kunnu sláa okkum í høvdið við tí, sum vit ikki gera nóg væl.
Eg haldi, at lærarar í Føroyum gera eitt megnar arbeiði runt um á skúlunum. Skulu vit menna fakligheitina í skúlunum, so má tað vera ein fyritreyt, at lærarar undirvísa í teimum lærugreinum, har teir hava størst áhuga og vitan. Av tí at Læraraskúlin er so lítil, so kann tað vera trupult at fáa tey linjufakini, tú helst vilt hava. Tískil hava vit eisini lærarar, ið ynskja at undirvísa í lærugreinum, teir ikki hava sum linjulestur. Her hevur áhugin og fakligheitin, sum lærarin sjálvur hevur fingið sær, stóran týdning.
Um lærarar undirvísa í teimum lærugreinunum, teir hava sum linjulestur ella hava stóran áhuga í, kundi tað styrkt munandi um fakligheitina í skúlunum. Hóast tað á smáu skúlunum er ómetaliga trupult at náa hesum máli, so átti hetta at latið seg gjørt á størru skúlunum kring landið.