Tíðindi/Greinar
14.03.2022
Hvussu livistøðið verður, tá vit fara av arbeiðsmarknaðinum, er treytað av pensjónsviðurskiftunum. Tað er avgjørt ikki tað, sum hevur størsta áhugan hjá ungu lærarunum. Hóast einstaki lærarin hevur ábyrgd av egnari pensión, er talið av lærarum, ið venda sær til Betri Pensjón um hesi viðurskiftini, lágt. Tað sær út til, at tað er ikki fyrr enn vit nærkast penjónsaldri, at áhugin fyri egnari uppsparing spakuliga kemur til sjóndar.
Tað kemur meira enn so fyri, at eg hoyri fólk úttala seg um arbeiðs- og penjónsviðurskiftini hjá lærarum. Eisini tey, ið ikki kenna neyvt til umstøðurnar. Hetta kemur helst av tíðini, tá lærarar vóru tænastumannasettir. Pensjónsviðurskiftini hjá tænastumonnum eru ikki tey somu sum hjá sáttmálasettum lærarum og kunnu á ongan hátt samanberast. Tað er einfalt hjá tænastumonnum at fáa greiðu á pensjónini. Hjá heilt ungu lærarunum, teimum, sum eru settir í starv eftir 2014, er heldur ikki so trupult at skilja, hvussu persónligu viðurskiftini hanga saman. Fløkjan er størst hjá teimum, sum hava arbeitt við fleiri ymiskum pensjónsskipanum ella samansparingum. Tí er tað ikki so einfalt at siga, hvussu pensjónin verður hjá einstaka sáttmálasetta læraranum í mun til ein tænastumann.
Tað vísir seg, at tá tíðin á arbeiðsmarknaðinum styttist, økist áhugin fyri pensjónini. Tað er harmiligt, tí tá hava vit ikki sama møguleika at hava ávirkan á egnu samansparing, sum vit høvdu havt, um vit settu okkum inn í hesi viðurskiftini á ungum árum.
Samansparingin er persónlig. Av tí at hon virkar sum ein íløga, hevur íløguhátturin ávirkan á, hvussu fíggarviðurskiftini verða, tá vit fara frá fyri aldur. Tá lærarar vóru tænastumannasettir, var pensjónin eins fyri teir lærarar, ið høvdu arbeitt sama áramál. So einfalt er tað ikki í dag. Lærarar, ið hava arbeitt sama brot og sama áratal, hava ikki neyðturviliga somu eftirløn, tá teir fara frá fyri aldur. Hetta kemur av íløguváganum og avkastinum hjá tí einstaka. Tí mugu vit royna at fáa fleiri at geva eftirlønaruppsparingini gætur. Nevndin í felagnum saman við Betri Pensjón leggur ein felags leist fyri allar teir lærarar, ið ikki sjálvir velja, hvussu pensjónsíløgurnar verða skipaðar.
Seinastu vikurnar er og hevur nevndin í Lærarafelagnum saman við Betri Pensjón verið á økisfundum kring landið. Tað er altíð hugnaligt at hitta starvsfelagar, samstundis hevur tað týdning fyri nevndina at koma runt um landið og hoyra frá limunum, hvørji viðurskifti vit eiga at arbeiða meiri við. Á økisfundunum verður dentur lagdur á eftirlønarviðurskiftini. Á henda hátt vóna vit, at fleiri geva eftirlønini gætur og velja tann lesitin, ið nøktar persónliga tørvin.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan