Tíðindi/Greinar
24.01.2017
Í vikuni, sum fór, hava foreldur og børn skrivað barnið inn í 1. flokk. Tær størri kommunurnar hava fleiri skúlar at bjóða fram, og har kunnu foreldur tí velja. Tó er tað enn so, at ávís øki hoyra til ávísan skúla. Mørkini kunnu tó broytast ár frá ári, alt eftir, hvussu nógvar næmingar skúlin rúmar av einum ávísum árgangi. Um so er, at skúlaflokkurin ikki er fullur, so er møguligt hjá næmingum, sum annars hoyra til ein annan skúla, at sleppa at ganga í skúlanum. Hetta avger viðkomandi skúlastjóri. Fleiri kommunur og skúlar hava heimasíðu, har tað ber til at síggja, hvussu nógvir næmingar ganga har.
Í fleiri kommunum ber til at byrja skúlan í nultaflokki, eisini kallaður forskúlaflokkur. Her starvast bæði lærarar og námsfrøðingar. Barnagarðar kring landið hava ofta serligt tilboð tað seinasta árið til tey børn, sum skula í skúla. Øll ynskja at skiftið frá dagstovni til skúla gerst gott, tí tað hevur stóran týdning fyri barnið. Tað vita bæði námsfrøðingar eins og lærarar.
Foreldur hava eisini eina ábyrgd av, at næmingurin fær eina góða skúlabyrjan. Eitt er, at barnið møtir upp og er væl fyri kropsliga og í góðum lag, er í hóskiligum klæðum, bæði til innandura og uttandura virksemi. Eitt annað er, at tað hevur eitt hóskiliga stórt orðafeingi.
Royndir vísa, at tey børn, sum hava eitt stórt orðatilfeingi við skúlabyrjan, klára seg væl betur enn hini.
Larmur frá radio, sjónvarpi, teldum o.l. kunnu gera tað verri hjá smáum børnum at læra nýggj orð sambært eini amerikanskari kanning, sí grein í tíðarritinum Child Development. Í alt 106 børn blivu kannað. Kanningin bleiv gjørd, har helmingurin av børnunum høvdu friðarligt bakgrundsljóð og hini hørðum/ófriðarlig bakgrundsljóð. Tey skuldu læra orð fyri ymiskar ókendar lutir, fyri síðan at minnast orðini aftur, tá tey sóu lutin seinni. Bara tey børnini, sum høvdu friðarligt bakgrundsljóð, lærdu nøvnini á øllum lutunum.
Hetta er sera áhugavert, tá hugsað verður um, at nógv bakgrundsljóð kennast at vera sjálvsøgd í flest øllum heimum í dag: sjónvarpið stendur frá, hóast ongin hyggur í tað, útvarpstólið stendur kanska frá í køkinum, úr einum kamari hoyrist tónleikur og úr einum øðrum hoyrast ljóðini frá telduspølum. Ei undur í, at vit øll kunnu gerast ør í høvdinum, tá nátturðin er fingin niðurum. Einastaðni mitt í øllum er barnið, sum skal læra, bæði tað lítla barnið, sum enn ikki gongur í skúla, og tað eldra, sum skal gera skúlating.
Tað er tí sera umráðandi hjá foreldrunum at hugsa um bakgrundsljóðini, tá lærast skal. Tað hevur alstóran týdning fyri orðafeingið hjá barninum, at tað verður tosað við tað í róligum umhvørvi eins og lisið verður fyri tí, og hetta í einum hugnaligum og friðarligum umhvørvi.
Við regluliga at tosa við og lesa fyri barninum eru foreldur við til at menna barn sítt, og kunnu soleiðis skapa gott grundarlag fyri víðari læring í skúlanum.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan