Tíðindi/Greinar

11.05.2020

Nýtt ýti gevur nýggjar møguleikar

Skúlar hava síðan eftir páskir havt miðvísa undirvísing gjøgnum Teams ella annan miðil, ið minnir um. Birkblog.blogspot.com skrivar, at koronakreppan fekk 5000 føroyskar brúkarar at læra Teams í fjarundirvísingini. Hetta er heilt einstakt og vísir, hvussu fleksiblir lærarar eru. Um umstøðurnar krevja tað, so tillagar lærarin seg og finnur vegir at ganga. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Henda tilgongdin at fara inn í fjarundirvísing hevði ikki verið møgulig, um ikki Nám gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa hetta at eydnast, við skeiðum og hollari ráðgeving. Men avgerðin um at ganga hesa leið, og at fáa hana at eydnast so væl sum gjørligt, eigur lærarin. Vil hann ikki, so er ongin fjarundirvísing. Eg havi hoyrt fleiri lærarar, ið halda, at hetta hevur verið fínasta slag, men at tað kann á ongan hátt koma í staðin fyri vanliga undirvísing, tí relatiónir eru so týdningarmiklar í undirvísingini.

Skúlin er so smátt við at venda aftur til ein gerandisdag, tó hann er merktur av ymiskum tilmælum, ið skulu haldast. Fjarundirvísingin er minkað hjá nógvum, men hvussu verður við tí nýggju vitanini, ið lærarar nú sita við? Tað eru nógvir møguleikar, men hvat merkir tað, og hvør skal lofta og vísa á  hesar møguleikar? Teir førleikar, ið lærarar hava ognað sær, eru týdningarmiklir at halda við líka og menna. Sum mangan verður tikið til: tað má smíðast, meðan jarnið er heitt. Tað er nú, at vísast skal á, hvussu man framhaldandi kann brúka tøknina í undirvísingini.

Nám er til reiðar at hjálpa og vísa á, hvat og hvussu gerast skal, men ynskið um at halda fram at arbeiða á talgilda pallinum má koma frá lærarunum sjálvum. Sum eg havi skilt, so er forvitni stórt og somuleiðis ynskið um at brúka talgildu miðlarnar sum eitt framhaldandi amboð í undirvísingini.

Lærarar leita eftir hugskotum til undirvísing allastaðni og allatíðina. Dettur tú fram á okkurt, sum kann brúkast, so gongur tú ikki framvið, tí tú hevur frí. Hesin hugburður allatíðina at menna sínar førleikar og at betra um undirvísingina er heilt vist eitt pluss fyri fólkaskúlan, henda sama hugburð hava lærarar til talgilda miðilin, nú hann er komin inn undir húðina á so nógvum, og eg veit, at vit fara at síggja nógvar spennandi undirvísingargongdir, sum eina avleiðing av hesi serstøku tíð.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni