Tíðindi/Greinar

08.01.2019

Nýtt ár við nýggjum vónum

Hvussu førleikarnir hjá næmingunum kunnu mennast við at minka tímatalið kann vera trupult at skilja. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Eitt av Harranum vælsignað nýggjár verður ynskt tykkum øllum.

Eitt nýtt ár, ein nýggj byrjan og við tí nýggjar vónir. Eftir eitt áhugavert aðalorðaskifti um fólkaskúlan um broytingar í fólkaskúlanum kunnu vit vænta, at okkurt verður øðrvísi í fólkaskúlanum komandi skúlaár. Hvørt tað verður niðurskurður í føroysktímunum í innskúlingini, ella broytingin verður ein onnur, vita vit ikki. Tó sýnist tað, sum um at tey flestu eru samd um, at børnini eru ov nógv í skúla.

Eftir vánaliga PISA-úrslitið í 2006 valdi MMR at seta fleiri tímar á skemaið hjá skúlanæmingunum í Føroyum. Serliga vóru tað næmingarnir í innskúlingini, ið merktu hesa broytingina. Nú 12 ár seinni eru tímarnir ov nógvir og næmingarnir ov troyttir.

Í desember 2016 frøddist mentamálaráðharrin um framgongd, sum var í øllum fakum hjá føroysku skúlanæmingunum. Hóast framgongdina vóru næmingarnir í Føroyum ikki nóg dugnaligir í náttúruvísindarligu lærugreinunum. Samstundis er tørvur á at menna førleikarnar hjá næmingunum at reflektera og at nýta tað, tey hava lært, bæði í og uttan fyri skúlan.

Hvussu førleikarnir hjá næmingunum kunnu mennast við at minka tímatalið kann vera trupult at skilja. Ein gerst betur til tað, ið ein venur; tað er onki nýtt í tí. Sjálv eri eg útbúgvin at undirvísa í náttúruvísindaligum, humaniterari og handaligari lærugrein. Størsta avbjóðingin hjá mær sum undirvísara er ov lítil tíð. Tíð til at náa ásetingunum í námsætlanini, samstundis sum eg skal røkka einstaka næminginum, so hann kennir seg hoyrdan, virdan og sæddan. Skúli er so ómetaliga nógv annað enn floksundirvísing í bókligum ella handaligum fakum. Allir smálutirnir í skúlanum hava eisini stóran týdning. Í fríkorterinum havi eg møguleika at vera saman við næmingunum uttan annað endamál enn at vera saman. Seturskúlin, sum gevur mær møguleika at koma tættari einstaka næminginum. Samvera uttan fyri skúlatíð, tað kann vera við sosialum ella fakligum førleikum fyri eyga og mangt, mangt annað.

Tað er væl møguligt, at næmingarnir eru ov nógvar tímar í skúla, men sum undirvísari hevði tað verið ein ómetaligur bati, um eg hevði meiri tíð saman við einstaka næminginum, soleiðis at mín arbeiðsuppgáva kann loysast so væl sum til ber. Hvussu verður og ikki, so verður tað í øllum førum áhugavert at síggja hvussu leikur fer.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni