Tíðindi/Greinar

05.09.2023

Nýtt skúlaár - hvat ynskja, vilja og ætla vit?

Skúlaársbyrjanin tykist fyri mong sera tung. Tað er tungt at fáa skil á døgnrútmu aftur. Fyrsta vikan er heldur linlig, tað vil so vera. Hetta fyri næmingar, foreldur og fyri okkum lærarar. Men tað er gleðiligt at byrja aftur. At sleppa at vera saman við børnunum, ungdóminum og starvsfeløgunum. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur, skrivar

Tað er ymiskt, ið ger skúlaársbyrjanina tunga. Vit skulu læra nýggjar næmingar at kenna, og vit skulu lærara nýggju starvsfelagarnar at kenna. Fyri teir er tað sera tungt at byrja. Tað er tó gleðiligt, at lærarar, sum sleppa at undirvísa á fyrsta sinni, hava ein akkerslærara, sum tey kunnu venda sær til, tá ivamál er um eitthvørt. Akkerslærarin er tryggleikin hjá nýútbúna læraranum.

Umframt hetta, so skulu vit beinanvegin fáa greiðu á, hvussu árið skal síggja út. Vit mugu fáa skil á, hvørt vit skulu á setursskúla, hvussu nógv hugnakvøld vit hava við næmingum, hvussu nógvar útferðir vit fara, hvørjar uppgávur, umframt undirvísing, taka vit á okkum hetta skúlaárið. Hetta gera vit, so vit kunnu fáa virksemisætlanina í rætt lag. Alt skal skrásetast.

Virksemisætlanin kann tykjast sera ógreið. Minnist sjálvur fyrstu árini, tá eg saman við skúlastjóranum gjøgnumgekk virksemisætlanina. Dagar, tímar og minuttir. Alt skrásett. Sat og hugsaði, hví hetta var neyðugt. Eg kendi tað sum eg aftur gekk í 8., tá eg fyrstu ferð hoyrdi um Pytagoras. Tað gav absolutt onga meining. Brádliga fall fimmoyrað! Hendan virksemisætlanin er grundarlagið undir arbeiðstíðini og uppgávunum hjá mær.
Tað hevur týdning, at vit lærarar spyrja leiðslurnar, tá tað er eitthvørt, vit ikki skilja, ella boða frá, tá onkur villa er í, so hetta fæst í rætt lag.

Tá vit eru liðug at leggja árið fyri flokkin og okkum sjálv til rættis, tá mugu vit kava niður í lærugreinirnar. Vit mugu fáa skil á, hvat tað er, ið vit ætla okkum at gera í hvørjari lærugrein. Ársætlanin skal fiksast. Fyri onkran okkara tykist hetta púrt óneyðugt. Pseudoarbeiði. Skrivstovuarbeiði. Als ikki tað, eg havi útbúgvið meg til. Eg skilji. Men tað skal gerast. Eg má viðganga, at fyri meg er tað eitt sera gott og hent arbeiðsamboð at hava ársætlanina at kaga í ígjøgnum skúlaárið. Tá eg havi skrivað hana, kennist tað, sum árið er klárt at byrja. Tá kann eg fara í holtur við sjálva undirvísingina.

Ársætlanin er vegleiðandi. Hon er ein ætlan, hon er ikki bindandi. Tað er framvegis møguligt at arbeiða við onkrum, ið rørir seg í samfelagnum, og viðgera tað. Ofta gera vit okkurt, ið vit ikki hava skrivað í ársætlanina. Vit skulu bara vera greið yvir, hví vit gera tað. Vit skulu kunna grundgeva fyri avgerðum okkara og duga at seta tað í samband við undirvísingina ella flokkin, vit hava.

Arbeiði okkara gevur rúm fyri broytingum, hóast skúlaárið gongur skjótt.

Vit kunnu fara virkisvitjanir, til framsýningar, framførslur og annað. Vit mugu bara minnast til, hví vit gera tað.  
Vit vita eisini øll, at næmingunum dámar sera væl at sleppa út úr flokshølinum at uppliva okkurt øðrvísi. Skúlaárið gongur skjótt, so viðhvørt setast vit aftur at gera slíkt, tí vit ikki hava stundir til tað, men vit skulu geva okkum stundir at gera slíkar vitjanir og útferðir. Tað er við til at styrkja felagsskapin, styrkja relatiónirnar ímillum næmingarnar og styrkja okkara relatiónir til næmingarnar.

Tað er eisini á slíkum túrum, vit fáa eygleitt, hvussu flokkurin er samansettur og hvar vit eiga at seta inn.
Hetta eru løtur, sum næmingarnir altíð fara at minnast aftur á, tí tey sleppa at royna eitthvørt nýtt og øðrvísi. Hesar løtur eru eisini við til at kveikja okkum og kanska geva okkum dirivi at royna eitthvørt, vit ikki hava roynt fyrr ella ikki hava sæð okkum før fyri at gera.

Gott, gevandi og læruríkt skúlaár ynski eg tykkum øllum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni