Tíðindi/Greinar
17.01.2023
Í feska samgonguskjalinum hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn stendur beinleiðis: “vit ynskja at lækka talið av næmingum í hvørjum flokki”. So nú hendir loksins tað, sum hjá mongum lærara man hava verið so sjálvsagt í fleiri ár. Færri næmingar vera í hvørjum flokki, og tað er í tøkum tíma.
Tí tað sigur seg sjálvt, at tað ikki er nøkur løtt og einføld uppgáva at vera einsamallur lærari hjá 26 næmingum. Tað er bæði krevjandi og ógvuliga strævið til tíðir. Í skrivandi stund er skipanin við floksstødd soleiðis, at vanlig floksstødd er sett til at vera 24 næmingar, men tímar verða tó ikki latnir til nýggjan flokk, fyrr enn flokkurin fer upp um 26 næmingar. Hámarkið fyri floksstødd er altso av onkrari óvissari orsøk tambað til 26 næmingar, hóast lógin sigur, at hægsta mark er 24. Løgið.
Fyri arbeiðið hjá lærarum merkir hetta, at í nógvum førum undirvísir ein lærari 26 næmingum. Tað er eyðsæð, at her er talan um eina rættiliga møtimikla uppgávu. Eisini er tað í sjálvum sær margháttligt, at tað í fólkaskúlalógini verður sagt 24, men í veruleikanum skulu vit upp á 27. Hví tað?
Men nú hómast tíbetur eitt ljós í havsbrúnni, og tað er sjálvandi at fegnast um. Lærarastarvið er ikki bara eitt hissini starv, men eitt starv av allarstørsta týdningi, og tað er fyri neyðini, at politikarar tykjast at taka fólkaskúlan í størsta álvara. Fólkaskúlin stendur ikki í stað, og sum nógva aðrastaðni í samfelagnum eru øgiligar broytingar farnar fram í lærarastarvinum. Aftur at skúladegnum er gerandisdagurin hjá børnunum á tremur við øllum møguligum, sum tey skulu náa og gera, og kanska av tí sama eru nógv børn, sum stríðast við okkurt. Hesum skulu lærarar so lofta í skúlanum. Og tað er yvirhøvur ikki lætt. Við 26 næmingum í hvørjum flokki er uppgávan mangan ovurstór, og skjótt er hjá lærarum at fáa kensluna av, at arbeiði teirra ikki røkkur.
Og tá ið ein fær ta kensluna, er skjótt, at tað ávirkar sálarliga arbeiðsumhvørvið. Uppgávan verður ov stríggin og ógvuliga torfør at loysa, sjálvt um lærarar gera alt, teir eru mentir, at hjálpa næmingunum.
Seinastu árini hevur politiski myndugleikin tíverri ikki verið nóg sinnaður at bøta um arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum nakað serligt. Gaman í, okkurt er framt, men als ikki nokk. Um stirðil er í samgonguni, sum nú er komin framat, og víst verður í verki, at ætlanin veruliga er at bøta um støðuna í fólkaskúlanum, t.d. at minka floksstøddina, er eingin ivi um, at arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum og fólkaskúlin sum heild verða lyft eitt stórt lop rætta vegin.